Nú seinnapartin í dag varð boðað frá grind norður úr Slættanestanga, og ætlanin var at reka grindina inn á Vestmanna.
Henda ætlan hevur eydnast, og Kristian Martin Joensen, sýslumaður, sigur, at øll grindin ger landgongd í hesi løtu.
- Grindin gekk í fleiri bólkum, men tað eydnaðist bátunum at reka bólkarnar saman.
Hann sigur, at tað er altíð torført at meta um, hvussu stór grindin er, men hann væntar, at hon fer at liggja millum 70 og 100 hval.
- Nógvir bátar hava verið við í rakstrinum, og nú grindin ger landgongd, eru nógvir bátar inni á Vestmanna.
Kristian Martin Joensen veit í løtuni ikki at siga, nær væntast kann, at seðlarnir koma út.
- Fyrst skal grindin sleipast heim á bryggjuna, síðan skal hon merkjast og býtast, leggur hann aftrat.
Seinni verður meira at frætta um grindina, sum nú leggur beinini í Vestmanna.
##med2##