Nú boðar eisini landsins minsti banki, Suðuroyar Sparikassi, frá, at tey hækka rentun. Bæði Miðbankin í Evropa, og danski Tjóðbankin, hava, enn einaferð, hækka rentuna. Tað var ikki óvæntað, at rentan varð hækka og í hesum umfari hækkaði 0,75 prosentstig, upp í 1,5 prosent.
Hetta er triðju ferð í ár, at rentan hækkar og endamálið er at tálma príshækkingunum. Síðani hava bæði Betri Banki, BankNordik og Norðoya Sparikassi boða frá, at tey hækka rentuna.
Og nú boðar eisini Suðuroyar Sparikassi frá, at tey hækka bæði innlánsrentuna og útlánsrentuna. Innlánsrenturnar hækka upp 0,70 prosentstig og útlánsrenturnar hækka upp til 0,50 prosentstig og tað er nøkunlunda tað sama, sum hinir bankarnir hava hækkað rentuna.