Nú hava 80 fólk arbeitt hvønn dag í Sandoynni

? Henda tíðin hevur ikki gjørt annað enn sannført meg um, at hetta var tað rætta. Men høvdu vit ikki bæði virkini, hevði tað ikki, gingið, sigur Egil Olsen

Seinastu tíðina hevur verið nógv arbeiði á báðum flakavirkjunum í Sandoynni.

Longu táið ið virkið á Sandi var upplatið 25. september, segði stjórin í Sandoy Seafood, Egil Olsen, at gongd fór ikki rættiliga at koma á, fyrrenn virkið í Skopun eisini varð upplatið.

Og higartil hevur gingið sjón fyri søgn, at so varð.

Tí higartil hevur verið arbeiðið á báðum virkjunum hvønn einasta dag, líka síðani flakavirkið í Skopun eisini varð latið upp tann 14. oktober.

Tað, eftir er av hesi vikuni verður onki øðrvísi.

Tilsamans hava eini 80 fólk verið til arbeiðis á tilsamans á báðum virkjunum.

Og yvirtíð hevur ikki verið ókend, tí ofta hevur verið arbeitt til klokkan sjey um kvøldið, og onkuntíð til klokkan níggju.

Á teirri einu linjuni í Skopun hava tey arbeitt í tveimum vaktum.

Men tað hevur verið fyri at arbeitt smáhýsuna undan.

Egil Olsen, stjóri á Sanddoy Seafood sigur, at í síðstu viku tóku tey ímóti 250 tonsum.

Og tilsamans hava tey tikið ímóti 800 tonsum síðani arbeiðið varð tkið uppaftur í skopun fyri einum mánaða síðani í dag.


Nógvur útróðrarfiskur

Mesti fiskurin kemur frá trolarunum í oynni.

Men í Sandoynni eru eisini nógvir útróðrarbátar, og tað hevur verið heilt nógv at fáa hjá teimum hesa seinastu tíðina.

Egil Olsen sigur, at teir hava fingið upp ímóti 300 sentnarar um dagin frá útróðrarbátunum.

Tað eru 15 tons av útróðrarfiski um dagin.

Eitt sindur er eisini keypt á uppboðssøluni á Toftum. Hesa vikuna hava tey keypt 50 tons á uppboðssøluni. Tað verður flutt suður við Strandferðsluni.

Egil Olsen sigur, at hetta er góð tíð til fisk, men hann væntar eisini, at tað koma slakari tíðir, táið veðrið verður verri í vetur, tí fiskiskapurin, ikki minst útróðurin, stendur og fellur við veðrinum.

Hann sigur, at toskafiskiskapurin er minkaður eitt sindur í seinastuni, men samstundis er tað góða hent, at tað hevur verið væl meiri av fáa av hýsu.


Styrktir í trúnni

Egil Olsen sigur, henda tíðin, sum farin er, hevur ikki gjørt annað, enn styrkt hann í trúnni uppá, at tað var eitt rætt tiltak at fara undir fiskaarbeiði í Sandoynni.

? Tað hevur gingið minst líka væl, sum vit høvdu væntað. Og tað gongur betri og betri so hvørt vit sleppa av við fleiri og fleiri barnasjúkur.

Fíggjarlíga úrslitið klagar hann heldur ikki um. ? Skiftisavlopið er í lagi. táið havt verður í huga, at fólkið er ikki fullvant enn, og vit av tí sama ikki hava rættiliga fingið ferð á framleiðsluna.

Akkurát, hvussu stórt skiftisavlopið er, vil hann ikki siga.

? Men so hava vit jú tann fyrimun, at tað kann bara batnað, so hvørt fólkið kemur í betri venjing.

? Og eitt er vist: Hugurin, og viljin til at fáa hetta at bera til er so góður, sum eg ongastaðni havi sæð hann fyrr. Tað er eitt øgiligt ágrýtni,sigur EgilOlsen.

Hann heldur eisini, at tað er sjónligt, hvussu góða ávirkan tað hevur havt á fólkið, at tey aftur hava arbeiðið.

? Konur og menn eru blivin glað aftur. Og tá foreldrini eru glað, verða børnini eisini glað. Tað smittar ígjøgnum alt samfelagið.


Máttu hava bæði

Men ein avgjørd fortreyt fyri at tað gongur er, at vit hava bæði virkini í oynni, so vit fáa samskipað arbeiðið, leggur hann afturat.

Hann sigur flutningurin til og úr Sandoynni er ein so stórur fløskuhálsur, at tað er neyðugt at kunna keypa heilar lastir.

Og tað fáa teir bara gjørt, um teir fáa arbeitt allan fiskin. Og tað fáa teir bara gjørt um teir fáa arbeitt á báðum virkjunum og flutt fiskin ímillum. Teir hava býtt tað soleiðis upp, at í Skopun hava tey virkað feskan og frystan fisk, og á Sandi hava tey saltað. Tað hevur verið okkara stóra styrki, leggur stjórin afturat.

Tað hevur annars verið ført fram, at tað ber ikki til at hava lønandi fiskaarbeiði í Sandoynni?

? Tað er tvætl. Tað má standa fyri teirra rokning, sum hava sagt tað. Vit hava alla tíðina trúð, at tað ber tiltað ber væl til. Og henda tíðin, sum farin er, hevur bara styrkt okkum í trúnni, sigur Egil Olsen.


Loysir ikki grundleggjandi trupulleikar

Egil Olsen sigur, at tað góða veðrið og tann góði fiskiskapurin hava uttan iva gjørt sítt til, at tað tað hevur verið meiri fiskur at fáa, enn vanligt. Men hann heldur ikki, at tað veksandi útboðið hevur ávirkað prísin nakað serligt.

? Prísirnir hava verið gó-ir, tó at prísurin á hýsu er fallin eitt sindur, sigur hann. ? Hinvegin svingar toskaprísurin ikki so nógv við útboðnum, tí tað eru so nógvir keyparar.

? Men kanska hevur tað eisini havt sína ávirkan, at møguleikarnir at avmarkingar útflyta óvirkaðan fisk, eru avmarkaðir.

? Avmarkingarnar gera, at føroyski keyparin sleppur í hvussu so er at vera við í kappingini um fiskin.

Tó ivast hann í, um tað er rætt at avmarka skipini fyri tí um fiskivinnan á landi er í trupulleikum.

Í øllum førum heldur hann ikki, at avmarkingarnar loysa teir grundleggjandi trupulleikarnar í fiskivinnuni, og tað er kostnaðarstøðið.

? Og kostnaðarstøðið er so nógv annað enn lønir. Kostnaðarstøðið er spurningurin um keyp, sølu, flutning, lønir, og, hvussu nógv fæst burturúr hvørjum arbeiðstíma o.a. Og tað eru nógv viðurskifti, sum ikki eru nóg góð. Flutningurin er ikki nóg góður og tað gongur ikki nóg væl at selja, hóast tað gongur framá.

? Og hesar truplleikarnar loysa vit ikki við forðingum.

? Tó kundi hann hugsa sær eina liðiligari lønarskipan, eins og tey hava í Íslandi.

? Í Íslandi er grundlønin lág, men tey hava so nógvar bonusskipanir, at táið nógv kemur burturúr hvørjum arbeiðstíma eru lønarútreiðslurnar samanumtikið kanska líka høgar sum í Føroyum.

Egil Olsen heldur eisini, at bygnaðurin er skeivur.

Hann sigur t.d., at íslendska fiskivinnan gongur avbera væl.

? Ein stórur munur á fiskivinnuni í Íslandi, og í Føroyum, er, at í Íslandi er hon samskipað lodrætt. Tvs, at skip og virkið hoyra saman, í neyvum samstarvi við søluliðið.

Var tað ikki akkurát hetta, vit vildu sleppa undan?

? Jú, eg veit. Men spurningurin er, um tað var tað rætta at gera øll liðini í fiskivinnuni leys av hvørjum øðrum.

Egil Olsen sigur, at sum er, hugsar høvrt liðið í føroysku fiskivinnuni bara um seg sjálvt.

? Men eru øll undir sama hatti, ber til at hugsa um heildina.

? Tvs, at tað ber til at hava undirtskot í einum liði eitt ávíst tíðarskeið, um tað tænir heildini, tí hini liðini kunnu hjálpa til at fíggja undirskotið.