Tað siga tey á Dímunargarði í Stóru Dímun í dag.
- Hetta eru, eins og Barba, rabarbubryggj. Tó eru hesar nakað øðrvísi bryggj enn Barba, sum kom í handlanar herfyri.
Sagt verður, at Søta Barba hevur styrkina 17,5%.
- Sum navnið bendir á, er hon søt og stendur seg væl einsamøll - ella omaná ein góðan bita.
Lagt verður aftrat, at Villa Barba er 25%.
- Hon hóskar seg væl sum ein vælkomudrykkur - ella sum glas niðurundir, siga tey á Dímunargarði.