Víkingur Reykjavík vann aftur heimadyst í Conference League

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir avrikaðu aftur væl i deildarspælinum í Conference League

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá Víkingur Reykjavík framdi enn eitt roysnið í Evropa.

 

Víkingur spældi tíðliga seinnapartin - vegna ljósviðurskiftini - dyst á Kópavogsvøllinum móti bosniska liðnum, Borac Banja Luka sum sendi KÍ úr Europa League fyrr í ár.

 

Tað eydnaðist Víkingi at vinna dystin 2-0. Víkingur hevði væl fleiri málmøguleikar enn Borac Banja Luka, og vann ein uppibornan sigur.

 

Nikolaj Hansen legði Víking á odda í 17. minutti, og bert seks minuttir seinni økti Karl Friðleifur Gunnarsson til 2-0.

 

Víkingur hevur seks stig fyri tríggjar dystir, og liggur í verandi løtu á einum 10. plássi í Conference League. 36 lið eru í deildini. 

 

28. november spælir Víkingur fjórða dystin í deildarspælinum. Dysturin verður á útivølli móti armensku liðnum, FC Noah.