Nú siga tey tað sjálvi

Seinastu dagarnar er boðskapurin vorðin greiður.

 

Kringvarpið vísti í sendingini “Tá røktin ikki røkkur” eina veruleika, sum mong starvsfólk, eldri og avvarandi kenna alt ov væl. Og nú rópar Eldraráðið í Tórshavnar kommunu eisini varskó: tørvurin á fakliga útbúnum røktarstarvsfólkum er ovurstórur.

 

Eg eri fegin um, at fleiri nú seta orð á álvaran.

 

Men hetta er ikki nýtt.

 

Longu í august í fjør reisti eg spurningin politiskt og vísti á, at vit útbúgva alt ov fá starvsfólk til eldraøkið – samstundis sum tørvurin veksur við rúkandi ferð.

 

Síðani setti eg landsstýrismanninum ítøkiligar spurningar um upptøku, fráfall og útbúgvingartøl. Svarið staðfesti tað sama: vit útbúgva ov fá, og alt ov nógv útbúgvingarpláss standa tóm.

 

Kortini er støðan ikki batnað.

 

Í dag útbúgva vit umleið 30 starvsfólk um árið til eldraøkið. Samstundis vísir Búskaparráðið á, at tørvurin kann verða upp ímóti 750 ársverk komandi árini. Og tá nógv arbeiða niðursetta tíð, er veruligi tørvurin nærri 1.000 starvsfólk.

 

Hetta hongur ikki saman.

 

Eg arbeiði sjálv á eldraøkinum og síggi, hvussu sperd støðan er. Tá vit mangla fólk, mugu starvsfelagar renna skjótari – og tíðin til hvørt einstakt menniskja verður minni. Vit mangla útbúgvin starvsfólk, og tørvurin veksur, tí fólk gerast alsamt eldri.

 

Hetta er ikki eitt einstakt mál. Hetta er ein skipan, sum ikki virkar.

 

Spurningurin er tí ikki longur, um vit hava eina avbjóðing.

Spurningurin er, um vit tora at gera nakað við hana.

 

Vit mugu útbúgva fleiri.

Vit mugu gera útbúgvingina tøka, har fólk búgva.

Og vit mugu skapa arbeiðsumstøður, sum halda fast í teimum, sum longu eru í starvi.

 

Okkara eldru hava uppiborið betri.

 

Og vit hava ikki ráð at bíða longur.

 

 

 

Vel vælferð.

Minst til: Liljan hevur viljan.

 

 

 

Liljan Weihe

Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi