Í Føroyum er tað almennur flaggdagur tá Margreta drotning fyllir 16. apríl, og tá Fríðrikur krúnprinsur fyllir 26. mai. Enn hevur landsstýrið ikki boðað frá, um 15. oktober eisini skal verða almennur flaggdagur í Føroyum eins og í Danmark. Men tað verður hann so uttan iva, at tá Kristian verður krúnprisnur, sum hann verður, tá omman doyr og pápin verður kongur í Danmark.
Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, hevur boðað frá, at føðingardagurin hjá unga prinsinum, sum nú verður 18 ár, verður almennur flaggagur í Danmark.
18 ára føðingardagurin hjá prinsinum verður hildin upp á ymsar mátar, millum annað við einum stórum gallataffel, har 200 javnaldrar úr øllum Danmark, Føroyum og Grønlandi eru boðin við at hátíðarhalda prinsin.
Tað verður á Christianborgs slotti við Margretu drotning sum verti.
Allar kommunur í Danmark eins og Føroyar og Grønland eru boðin at senda tvey 18 ára gomul at luttaka í galladøgurðanum.
/ritzau/