Átakið fevnir eitt nú um gomul bilvrak, ónýtilig akfør, bingjur og ymiskt annað tilfar, sum stendur uttan avtalu á økjum hjá kommununi.
Fyrsta stigið í hesum átaki er at fáa ruddað alt tilfar, sum ikki er ogn hjá Tvøroyrar kommunu og sum liggur á økinum eystanfyri kommunala ruskplássið.
– Hetta er økið, sum sæst á myndini omanfyri, siga tey á teknisku deild hjá kommununi.
Kommunan hevur eisini eina áheitan á borgarar og fyritøkur, sum hava sett lutir, tilfar ella annað á økið, um antin at koma eftir sínum ognum - ella at seta seg í samband við teknisku deild.
- So kann avtala gerast um at fáa tilfarið burtur av økinum.
Tvøroyrar kommuna vísir á, at tey fara eisini at seta seg beinleiðis í samband við teir eigarar, sum kommunan veit hava tilfar liggjandi á økinum.
- Um tilfar liggur eftir á nevndu økjum, og eingin hevur gjørt vart við sín ognarskap ella gjørt avtalu við kommununa fyri 1. mars 2026, fer Tvøroyrar kommuna at burturbeina hetta fyri eigarans rokning.
Lagt verður aftrat, at um spurningar eru í hesum sambandi, kunnu fólk venda sær til kommununa.










