Passar tað, at talið á børnum í fátækaváða, vaks undir undanfarnu samgongu?
Tað vil Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, og ein partur av grundarlagnum undir undanfarnu samgongu, nú hava greiði á.
Hendan samgongan hevur meiri enn einaferð skuldsett undanfarnu samgongu fyri at føra ein politikk, sum førdi við sær, at talið á børnum í fátækaváða, vaks.
Og nú vil Jenis av Rana hava landsstýriskvinnuna at leggja prógvini á borðið.
Tí vil hann ný hava Kristinu Háfoss at greiða Løgtinginum frá, hvørji hagtøl hon hevur, sum vísa, at talið á børnum í fátækaváða vaks undir farnu samgongu
Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógv prosent av føroyskum børnum hava verið í fátækaváða frá 2010 til í fjør.
Jenis av Rana vísir á, at bæði í valstríðnum, og nú fíggjarlógin var til viðgerar, hevur verið nevnt, at talið á børnum í fátækraváða vaks nógv undir farnu samgongu.
- Táið tey, sum førdu hetta fram, vórðu kravd eftir skjalprógvi, komu tey við gomlum tølum, sum einki søgdu um gondina undir farnu samgongu.
Hann vísir á, at síðani hevur landsstýriskvinnan sjálv endurtikið páhaldið, og nú vil hann so hava hana at leggja prógvini fram.