Nú hava leiðarar í ítróttarfeløgunum kring landið møguleika at koma á skúlabonk fyri at læra, hvussu tey kunnu gerast betri til at røkja uppgávuna, sum tey hava átikið sær í lokala felagnum ella í einum sersambandi.
ÍSF boðaði longu á aðalfundinum seinast frá, at teir arbeiddu við at skipa fyri samstarvi við Handilsskúlan, og nú er komið so mikið langt við hesum, at skeiðini verða lýst.
Talan er um eitt skeið, sum verður hildið kring landið. Skeiðið er sekstan tímar, og tað verður hildið í tveir dagar ? fýra tímar hvønn dagin. Kostnaðurin er hundrað krónur fyri hvønn luttakaran, og tá er íroknað undirvísing, skeiðtilfar og matur. Sagt verður, at boðast skal frá luttøku í seinasta lagi 17. mars hjá skeiðtænastu Handilsskúlans, sum hevur telefon 17177.
Í Handilsskúlanum í Kambsdali verður skeiðið leygardagin 18. og sunnudagin 19. apríl frá kl. 9 til 17, í Havnini verður tað týsdagin 14., hósdagin 16., týsdagin 21. og hósdagin 23. apríl ? allar dagarnar frá kl. 16 til 20 í Handilsskúlanum, á Tvøroyri verður skeiðið í skúlanum leygardagin 2. og sunnudagin 3. mai frá kl. 9 til 17, í Klaksvík verður skeiðið leygardagin 9. og sunnudagin 10. mai frá kl. 9 til 17, og í Sørvági verður skeiðið vikuskiftið 23. og 24. mai í skúlanum.
Innihald
Endamálið við skeiðnum er, at luttakararnir fáa kunnleika um ymsar arbeiðs- og samarbeiðshættir, ið kunnu nýtast í dagliga arbeiðnum til menning av felagnum og til sjálvsmenning. Skeiðið ætlast at hjálpa luttakarunum at gerast betur førir fyri at taka ímóti og arbeiða við upplýsingum, orða og geva upplýsingar víðari, sum aftur skal hava við sær, at trygdin verður størri fyri einum hægri kunningarstøði.
Yvirskriftirnar fyri tí, sum verður á skeiðnum, eru fyriskipan, fundarleiðsla, roknskapur og kreativitetur.
Sagt verður, at tað krevst eingin forkunnleiki fyri at taka lut á skeiðnum. Frálæran verður gjørd livandi, og dentur verður lagdur á, at luttakararnir eru virknir og ikki bara skulu sita og lurta, verður sagt frá fyrireikarunum.