- Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava diabetes 2 í Føroyum”, fer at gera kanningar í Sunda kommunu týsdagin 25. august og mikudagin 26. august.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag. Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis diabetes.
Sagt verður, at við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað.
- Kanningin tekur umleið fimm minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum.
Møguleiki er at bíleggja sær tíð til kanning á bókingarskipanini, sum sæst á heimasíðuni - www.sunda.fo
- Kanningin verður í skúlanum á Langasandi, verður lagt aftrat.











