Nýggi flogvøllurin í Nuuk gav stóra øking í flogferðsluni

Nýggi flogvøllurin í Nuuk hevur sett týðilig spor í flogferðsluna í Grønlandi.

Nýggi flogvøllurin í Nuuk hevur flutt altjóða flogferðsluna í Grønlandi. Talið á uttanlandsferðafólkum í Nuuk vaks við 729 prosent í 2025.

Sambært einari nýggjari frágreiðing frá Visit Greenland vaks talið á flogferðafólkum, sum ferðaðust úr Grønlandi við rutuflogfari ella leiguflogfari, við 20 prosentum í 2025. Tað skrivar danski flogmiðilin, Check-in.dk.

 

Í 2024 vóru 105.242 ferðafólk skrásett, meðan talið í 2025 vaks til 126.436. Tølini fevna bæði um ferðafólk og grønlendingar.

 

Størsta broytingin sæst í Nuuk, har nýggi altjóða flogvøllurin lat upp síðst í 2024. Har vaks talið á uttanlandsferðafólkum úr 11.306 í 2024 upp í 93.753 í 2025. Tað svarar til eina øking upp á heili 729 prosent.

 

Samstundis minkaði ferðslan nógv í Kangerlussuaq, sum áður var høvuðsflogvøllur fyri altjóða rutur. Har fall talið á uttanlandsferðafólkum úr 69.447 niður í 8.179, ella 88 prosent.

 

Eisini aðrir flogvallir høvdu færri uttanlandsferðafólk. Í Ilulissat var ein minking upp á 15 prosent, meðan Kulusuk hevði 24 prosent færri ferðafólk enn árið fyri. Í Nerlerit Inaat var ferðslan óbroytt við 892 uttanlandsferðafólkum bæði árini.

 

Visit Greenland sigur, at stóra økingin í Nuuk er ein beinleiðis avleiðing av nýggja flogvøllinum og teimum nýggju rutunum, sum millum annað Air Greenland, Icelandair, SAS og United Airlines hava stovnað.

 

Síðani hevur SAS tó boðað frá, at felagið gevst við rutuni til Nuuk, millum annað orsakað av hækkandi útreiðslum til brennievni.

 

Í apríl í ár lat eisini nýggi flogvøllurin í Qaqortoq upp, og seinni í ár er ætlanin, at nýggi flogvøllurin í Ilulissat eisini verður tikin í nýtslu.

 

Nýggi flogvøllurin í Nuuk hevur flutt altjóða flogferðsluna í Grønlandi. Talið á uttanlandsferðafólkum í Nuuk vaks við 729 prosent í 2025.