Tað er eitt øðrvísi ódiplomatiskt mál, sum amerikanski forsetin, Joe Biden, brúkar, tá mikrofonirnar eru sløktar.
Tá almenningurin ikki er við, og hann er einsamallur við sínum ráðgevum - og kreppur skulu avgreiðast - so kann Biden brúka orð og setningar, sum ikki hoyra heima í eini kirkju.
Kendi amerikanski journalisturin Bob Woodward, sum var við til at avdúka Watergate-gøluna fyrst í sjeytiárunum, er á veg við nýggjari bók, har hann umvegis keldur er partur av arbeiðsgongdini í Hvítu Húsunum.
Bókin eitur "War" - "Kríggj" - og hon kemur út 15. oktober.
CNN hevur sníkt seg at kaga í bókina, sum sigur frá einum 81 ára gomlum Biden forseta, sum sleingir um seg við ókvæmisorðum um forsætisráðharran í Ísrael, Benjamin Netanyahu, og forsetan í Russlandi, Vladimir Putin.
- Tað býtta svínið. Bíbi Netanjahu. Hann er ein óndur maður. Hann er ein blóðugur óndur maður!
Tað segði Biden, sambært bókini, einafer á vári 2024, tá stríðið hjá Ísrael í Gaza øktist.
Forsetin hevur eisini hørð orð at siga um Putin.
- Forbannaður Putin, segði Biden sambært Woodward við nakrar av sínum ráðgevum, ikki leingi eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.
- Putin er óndur. Vit hava her við ímyndina av tí ónda at gera.
Í bók síni hevur Bob Woodward eisini nakrar upplýsingar um valskeiðið hjá Donald Trump. Trump var forseti í USA frá 20. januar 2017 til 20. januar 2021, tá Biden tók eftir hann.
CNN skrivar, at í bókini eru upplýsingar um privatar samrøður, sum Trump hevur havt við Putin.
Víðari avdúkar bókin, at undir corona-farsóttini sendi Trump í loyndum eina sending av kanningarútgerð fyri covid-19 til Moskva, so Putin kundi kannast persónliga.
Sambært CNN byggir Woodward sínar upplýsingar í bókini á samrøður við fyrstu hond luttakarar í hendingunum í amerikanska forsetaembætinum.
/Ritzau/