Arbeiðið at gera nýggja brúgv um Stórá, sum rennur millum Hvalvík og Streymnes, verður nú boðið út alment.
Tað veit varaborgarstjórin og formaðurin í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, at siga.
- Í nógv ár hevur brúgvin havt tørv á dagføring. Henda farleið skal føra bilar og fólk trygt millum bygdirnar.
Varaborgarstjórin sigur, at eftir uppskotinum verður sjálv koyribreytin á nýggju brúnni 3,5 metrar breið.
- Harumframt verður ein tveir metrar breið gangi-og súkklubreyt við síðuna av koyribreytini, sum vendir móti skúlanum í Hvalvík.
Hann sigur, at soleiðis verður samlaða breiddin á nýggju brúnni 5,5 metrar umframt rekkverk, sum eisini verður á brúnni.
- Eg fegnist um, at ein neyðug og umráðandi íløga fyri bygdirnar báðar nú er einmælt samtykt, leggur Eyðstein Zachariasen aftrat.
##med2##