Nýggj flogoyggj í Føroyum avdúkast

Talan er um eina nýggja oyggj í Føroyum til heimsins størstu flogfør

Hósdagin verður ein forvitnislig avdúking uppi á Hotel Føroyum.

 

Eitt toymi, ið nevnir seg Airport 19, fer at avdúka eina flogoyggj. Sambært Airport 19 kunnu heimsins størstu flogfør lenda á hesi flogoynni, eins og at lendast kann í mjørka og uttan turbulen.

 

Við tað at flogoyggin fer at hava fýra innflúgvingarmøguleikar, fer regulariteturin at vera nær við 100 prosent.

 

- Høvuðsvinna okkara fer við flogoynni at kunna senda stórar nøgdir av fiski til marknaðin og verða á marknaðinum við fiskinum innan fáar tímar. Skjóta og trygga atgongdin til marknaðin fer at hava við sær hægri prísir fyri okkara fiskavørur. Flogoyggin fer somuleiðis at hava týdning fyri ferðavinnuna og føroyingar sum heild, skriva fyriskipararnir í innbjóðingini, sum Miðlahúsið hevur fingið sendandi.

 

Men tey siga ikki, hvar í Føroyum, hugsanin er at hendan nýggja oyggin skal  vera.

 

 

Við til framløguna verða:

Jóannes Petersen, arkitektur maa – stigtakari

Johan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum


Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið


Jóhanna á Bergi, stjóri Faroe Ship


Gestur Hovgaard, Ph.D. lektari í samfelagsvísindum

Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands


Kjartan Hoydal, stjóri Fish and Film

Albert Isfeld, arkitektur

Rúni Højgaard, flogskipari

Sonni Smith, Journalistur

 

Við í Airport 19 toyminum eru:

Jóannes Petersen, arkitektur maa – stigtakari

Albert Isfeld, arkitektur af

Gudmund Hansen, arkitektur af

Rúni Højgaard, flogskipari

Rói Højgaard, simulering FDS

Sonne Smith, Journalistur

Preben Hansen, verkfrøðingur