Russland hevur longu brúkt tað sum grundgeving fyri at leypa á Ukraina, at landið vil verja tey í eystara parti av Ukraina, sum tosa russiskt. Nú tekur Vladimir Putin eitt stig aftrat

Nýggj lóg skal geva Putin rætt til at gera innrás

Skjótt kann Russland gera innrás í onnur lond fyri at verja russiskar ríkisborgarar móti rættarsókn. Tað sigur ein nýggj lóg, sum russiski forsetin skal undirskriva innan tvær vikur

Russland hevur longu brúkt tað sum grundgeving fyri at leypa á Ukraina, at landið vil verja tey í eystara parti av Ukraina, sum tosa russiskt. Nú tekur Vladimir Putin eitt stig aftrat

Russiska statsduma'in hevur samtykt eina lóg, sum gevur Russlandi møguleikan at gera innrás í onnur lond, um Russland heldur, at russiskir ríkisborgarar í øðrum londum eru hóttir.

 

- Tað er russiski forsetin, Vladimir Putin, sum hevur fingið hesa lóg góðkenda í landsins tjóðartingi, veit Politico at siga.

 

Lógin loyvir Russlandi at senda herfólk inn í onnur lond fyri at verja russiskar ríkisborgarar, sum eru handtiknir - russar, sum verða kannaðir, russar, sum verða rættarsøktir ella sum á annan hátt eru fyri ágangi í øðrum londum.

 

Lógin geldur eisini russar, sum verða rættarsøktir av altjóða dómstólum og felagsskapum, har Russland ikki hevur limaskap.

 

Leiðarin fyri russisku statsduma'ini, Vjatsjeslav Volodin, sigur, at rættarskipanin í vesturheiminum er vorðin ein "maskina", sum kúgar tey, ið ikki eru samd við avgerðunum hjá londunum.

 

Hetta sigur hann sambært Kyiv Independent.

 

- Undir hesum umstøðum er tað týdningarmikið at gera alt fyri at verja okkara ríkisborgarar í útlandinum, sigur Vjatsjeslav Volodin.

 

Um lógin, sum russiska statsduma'in hevur samtykt, skal gerast galdandi, skal russiski forsetin, Vladimir Putin, undirskriva lógina innan 14 dagar.

 

Russland hevur longu brúkt tað sum grundgeving fyri at leypa á Ukraina, at landið vil verja tey í eystara parti av Ukraina, sum tosa russiskt.

 

Ukrainskir myndugleikar rópa nýggju russisku samtyktina "eina normalisering av russisku ekspansjónini", sum tikið verður til. 

 

- Henda avgerð kann lýsast við tveimum orðum - aggressivt lógloysi - sigur eitt talsfólk fyri ukrainska uttanríkisráðið, Heorhij Tykhyj, við Politico.

 

Hann vísir á, at við at geva sær sjálvum óavmarkaðan rætt at brúka hervald uttan fyri egin landamørk - sum páskot fyri at verja russar - viðgongur russiski forsetin, at aggressión er vorðið praksis í russiskum ríkispolitikki, sigur talsfólkið fyri ukrainska uttanríkisráðið.

 

 

 

Russland hevur longu brúkt tað sum grundgeving fyri at leypa á Ukraina, at landið vil verja tey í eystara parti av Ukraina, sum tosa russiskt. Nú tekur Vladimir Putin eitt stig aftrat