Nýggj nevnd í KT-felagnum

KT-felagið hevði aðalfund í farnu viku, og nýggja nevndin er nú mannað.

Mikudagin í farnu viku hevði KT-felagið aðalfund, og á aðalfundinum var eitt nú nevndarval á skránni.

  

Fróði Magnussen, Kjartan Thomassen og Gudny Langgaard vórðu øll afturvald. Umframt tey, ið stóðu fyri vali, eru Júst í Túni Vang og Michael Thomsen eisini nývaldir í nevndina.

 

Í nevndini sita sostatt Ólavur Ellefsen, Gudny Langgaard, Fróði Magnussen, Kjartan Thomassen, Júst í Túni Vang og Michael Thomsen.

 

9 fyritøkur eru í løtuni limir í KT-felagnum. Farna árið hevur KT-felagið virkað fyri at varpa ljós á føroyska KT-vinnu og førleikar. KT-felagið hevur sett sær fyri, at hava ein virknan leiklut í KT-umhvørvinum í Føroyum, til frama fyri vinnuna og samfelagið sum heild.

 

Kelda: Vinnuhúsið