Revsitiltøk móti russum hótta fiskivinnusamstarv

- Í fyrsta umfari vænta vit, at skip hjá nevndu feløgum, Norebo og Murman Seafood, fara ikki at sleppa í tær tríggjar norsku havnirnar, sum framvegis eru opnar fyri russiskum skipum

- Nýggj revsitiltøk móti russiskum fiskivinnufeløgum kunnu føra til, at norsk-russiska fiskivinnusamstarvið fer í vaskið.

 

Tað skrivar Audun Maråk, stjóri í Fiskebåd, sum er áhugafelag og arbeiðsgevarafelagsskapur hjá norska fiskiflotanum, og tað var www.fiskebåd.no, sum fyrst endurgav stjóran í felagsskapinum.

 

- Vit gerast ikki skakkir, um russar fara at reagera upp á nýggju revsitiltøkini, eftir at Noreg hevur valt at fylgja ES-átøkunum - eisini móti russisku fiskivinnufeløgunum, Norebo og Murman Seafood.

 

Tað eru nøkur, sum halda tað vera óheppið, um samstarvið møguliga dettur niðurfyri í einari tíð, har toskastovnurin í Barentshavinum, sum Noreg og Russland umsita í felag, er so illa fyri.

 

Áhugafelagsskapurin Fiskebåd hevur seinastu árini havt leypandi samskifti við norskar myndugleikar um fiskivinnusamstarvið landanna millum, og felagsskapurin hevur stuðlað avgerðum hjá stjórnini, sum eru knýttar at revsitiltøkunum.

 

- Tað gera vit framhaldandi, sigur stjórin í Fiskebåd.

 

Í løtuni er óvist, hvussu skjótt nýggju revsitiltøkini hjá Noregi fáa virknað, men sambært norskum myndugleikum skulu hesi gerast galdandi "skjótast gjørligt".

 

- Í fyrsta umfari vænta vit, at skip hjá nevndu feløgum, Norebo og Murman Seafood, fara ikki at sleppa í tær tríggjar norsku havnirnar, sum framvegis eru opnar fyri russiskum skipum.

 

Um norskir myndugleikar beinleiðis fara at taka fiskiloyvi frá skipum hjá nevndu feløgum í norskum búskaparligum øki, er enn óvist, skrivar Kystmagasinet. 

 

Øll greinin um viðurskiftini millum Noreg og Russland, soleiðis sum Audun Maråk, stjóri í Fiskebåd, lýsir støðuna, kann lesa um leinkjuna her niðanfyri - 

 

https://www.kystmagasinet.no/aktuelt-fiskebat-russland/sanksjoner-truer-fiskerisamarbeid/1967508

 

##med2##