– Eg haldi, at vit í Danmark skulu hugsa um, hvussu vit kunnu gera ein annan felagsskap, har vit byrja við trimum sjálvstøðugum tjóðum, sum knýta seg saman aftur, men av egnum vilja og ikki bara tí, at tað er søguligi arvur okkara.
Tað sigur Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi danskur ambassadørur í samrøðu við Martin Breum, journalist og rithøvund, í grein í Sosialinum hetta vikuskiftið – nú júst eru liðin 75 ár síðani, at heimastýrislógin kom í gildi.
Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi toppdiplomaturin, er júst farin frá fyri aldur eftir 44 ár í donsku uttanríkistænastuni, so nú kann hann tosa frítt.
»Vit hava ein trupulleika, tí ríkisfelagsskapurin, sum vit kenna hann, ikki megnar at rúma púra løgligum ynskjum hjá føroyingum og grønlendingum um sjálvstýri í altjóða leikluti,« sigur hann.
»Tað er eitt ramligt kjak í pørtum av ríkinum um framtíðina og alternativ model upp á eina avloysara til ríkisfelagsskapin. Tað er breið semja um skapið, og tá er tað skeivt, at vit ikki hava okkara egna kjak í Danmark um, hvussu eitt alternativ kann síggja út.
Ta eru eisini lutir, sum er truplir fyri Danmark. Vit kunnu til dømis kjakast um, hvørt tað er rímuligt, at veljarar í Grønlandi og í Føroyum skulu vera við til at gera av, um dýri biðidagur skal takast av í Danmark. Eg haldi, at vit skylda føroyingum og grønlendingum og okkum sjálvum at hugsa við í staðin fyri støðugt at lappa upp á ein ríkisfelagsskap, sum eingin av pørtunum er nøgdur við,« sigur hann.
##med2##
Í fjør var Michael Zilmer-Johns við til at lýsa nýggjar hóttanir frá Russlandi, hybridkríggj, yvirgang og aðrar keldur í tí nógv umrøddu frágreiðingini »Dansk sikkerhed og forsvar frem mod 2035«, eisini nevnd Zilmer-Johns-frágreiðingin. Hann hevur verið politiskur stjóri í Uttanríkisráðnum og stjóri í skrivstovuni hjá forsætismálaráðnum fyri uttanríkispolitikk og verju. Hann hevur arbeitt í uttanríkistænastuni hjá ES og verið partur av stjórnini í Uttanríkisráðnum. Í fýra ár var hann ambassadørur í NATO, og hann skjýtur nú upp at gera eina danska kommisjón, har nýggj modell fyri felagsskapin millum teir tríggjar ríkispartarnar kann skipast. Sama slag sum grundlógararbeiðið, ið er gjørt í Føroyum og í Grønlandi.
»Grundlógin kann ógvuliga væl koma, áðrenn vit geva tí gætur. Tað verður ikki í morgin, men hon kann koma skjótari, enn vit halda. Kanska í Grønlandi, men tað kann eisini vera í Føroyum, at tey gera sær dælt av møguleikanum fyri fullum sjálvstýri, sum er givið báðum tjóðunum,« sigur hann.
»Tað er bæði skilligt, lógligt og viðurkent frá danskari síðu, at tey miðja eftir fullum sjálvstýri, og so er tað ikki nóg mikið at siga, at vit í Danmark ikki vilja forða tí. Vit skylda teimum at hugsa við: Hvussu kundi tað sæð út?«, sigur hann og vísir á ES og bretska Commonwealth sum íblástur.
»Gera vit ikki tað, er vandi fyri, at alt fer av sporinum, so hjúnaskilnaðurin endar við ikki at vera ein skynsom, felags avgerð um at fara undir nakað nýtt saman,« sigur hann.
##med3##
»Okkum tørvar proaktivt at taka støðu til, hvat sørin vit gera við ríkisfelagsskapin. Danmark rindar fýra milliardir krónur pluss tað leysa til Grønlands, men tá grønlendingar spyrja, hví vit gera tað, so sigur Danmark bara, at tað skulu tit ikki hugsa um. So tað er greitt, at grønlendingar hugsa, at tað má byggja okkurt annað undir: hvar er tann rotni fiskurin?« sigur Mikaela Engell.
Ein møguleiki glapp av hondunum, heldur hon, tá Danmark og Grønland samráddust um Grønlands Sjálvstýri, sum kom í gildi í 2009. Sjálvstýrið varð bygt upp innan fyri ríkisfelagsskapsins og grundlógarinnar karmar; ikki við tí í hyggju at byggja upp eitt nýtt samveldi við einum óheftum Grønlandi.
»Um vit høvdu torað at hugsað út um karmarnar í grundlógini, so haldi eg faktiskt, at viðurskiftini høvdu verið styrkt heldur enn viknað,« sigur Mikaela Engell.
Longri grein kann lesast í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á netinum www.sos.fo