Nýggj útbúgving í neurofeedback í Føroyum

Øll hava rætt til góðan trivna og best møguliga sálarheilsu. Hetta kann styrkjast í felagsskapi við vitan og við sjálvregulingargrundaðum háttum sum neurofeedback.

 

Kundi tú ella starvsfelagar hugsað tykkum eina útbúgving, sum á øðrvisi hátt hjálpir fólki við regulering av heilavirkseminum, so kanst tú lesa víðari.

 

Sálarheilsa er ein rættur – men ikki ein sjálvfylgja

 

Sambært WHO er sálarheilsa ein støða av trivnaði, har menniskja kann ....»menna og brúka sínar førleikar, megna mót- og viðgongd, vera í góðum sosialum sambondum og geva sítt íkast til felagsskapin.»

 

Hjá mongum er hetta tíverri ikki veruleiki. Tá heilin og nervalagið eru strongd, ávirkar tað bæði kropp, kenslur, svøvn, orku og førleikan at vera saman við øðrum. Lívið kann gerast meiri avmarkað og gerandisdagurin meiri sárbarur.

 

Vit hava longu nógvar góðar siðbundnar arbeiðshættir, sum hjálpa, teir skulu vit varðveita. Málbólkurin er breiður, tí hava vit tørv á einum amboðskassa – einum, ið rúmar bæði samrøðu, vitan, regulering og kropsliga venjing.

 

Ein arbeiðsháttur í vøkstri

 

Í Danmark hava 24 kommunur og fleiri privatir felagsskapir, so sum skúlar, Blái Krossur, barna- og ungdómshús, valt at nýta Othmer-háttin sum eyka amboð. Ikki sum avloysari, men sum eitt amboð, ið kann styrkja sjálvregulering og skapa ró í nervalagnum.

 

Royndirnar hava víst, at hátturin er mildur, lættur at seta í verk og kann gera veruligan mun hjá fólki við órógvi, svøvntrupulleikum, kensliligum sveiggjum, tankameldri og øðrum reguleringsavbjóðingum.

 

Heilin kann læra alt lívið

 

Neurofeedback byggir á neuroplasticitetin í heilanum og skapar nýggj sambond og endurvinnur mistar førleikar. Tá sansa- og reguleringsskipanin er undir trýsti, kunnu mong ymisk tekin vísa seg. Men heilin kann koma aftur í javnvág við neurofeed-backvenjing.

 

Tá javnvágin kemur í rættlag, økist gleðin, motivatiónin og førleikin at luttaka í gerandisdegnum. Hetta skapar eina jaliga menning, har heilin í størri mun hjálpir sær sjálvum.

 

Othmer-hátturin stavar úr USA, har hjúnini Siegfried og Sue Othmer í áratíggju hava ment og víðariment tøknina.

 

  • Sue Othmer hevði náttúruvísindaliga og neurobiologiska bagrund
  • Siegfried Othmer er útbúgvin innan fysikk og tøkniliga gransking

 

Teirra arbeiði hevur gjørt háttin tøkan í stórum pørtum av heiminum – og nú eisini í Føroyum.

 

Útbúgving í Havn – opin fyri øllum við relatiónsførleikum

 

Frá 22. – 26. juni verður eitt 4-daga grundskeið hildið í Havn.

 

Útbúgvingin er praktisk, løtt at læra og krevur onga serliga fakliga vitan frammanundan – bert, at tú arbeiðir relatiónsgrundað og vilt stuðla fólki í betri javnvág.

 

Tveir venjarar, ið vóru á skeiði í oktober 2025, Anna og Randfríð, eru longu útbúnar og reka klinikk í Havn.

 

Nú verða dyrnar latnar upp fyri fleiri at fáa sær hesa útbúgving.                        

 

Møguleiki er eisini at fáa útbúgvingina í Danmark – spyr eftir dagfestingum.

 

 

Fakta – soleiðis fer venjingin fram

 

Arbeiðshátturin – mentur av Siegfried og Sue Othmer  

 

Smáir sensorar verða settir á høvdið, og máta teir virksemið í heilanum (EEG).

 

Signalið fer ígjøgnum ein forsterkara til forritið á skíggjanum.

 

Tú velur tær okkurt at hyggja at á skíggjanum, og forritið ger smáar tillagingar í myndum, ljóði og vibratiónum.

 

Forritið arbeiðir út frá 14 parametrum, sum geva heilanum feedback í veruligari tíð.

 

Heilin nýtir hetta feedback til at javnviga seg sjálvan – róligt, varisliga og uttan krøv til tann, ið venur.

 

 

Hevur tú áhuga? Skriva ella ring til  Jette Myglegaard, EEG Institute  +45 20329901 og hoyr nærri.

 

Les meira og melda til her: https://eeginstitute.dk/event/basic-course-juni-2026-thorshavn/

 

Eisini ber til at ringja til:

 

Annu, tlf.: 224646 ella Randfríð, tlf.: 225558 fyri at hoyra nærri um Neurofeedback og/ella Neurofeedback útbúgvingina.

 

T-post: neurofeedback.fo@gmail.com