Nýggj útstykking á Heiðatrøðni í Miðvági

Fyrr í mánaðinum var lisitatión, og býráðið í Vága kommunu hevur samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá J&K Petersen

 

- Arbeitt verður nú við nýggjari útstykking á Heiðatrøðni í Miðvági, har tey fyrstu 10 grundøki verða gjørd byggibúgvin.

 

Tað siga tey í Vága kommunu í dag.

 

- Hetta er partur av størri økið, sum er lagt út til bústaðarøki. Økið liggur tætt við Heiðaveg, og er skipað sum eitt friðarligt bústaðarøki við góðum útsýni og tætt uppat náttúru.

 

Í kommununi vísa tey á, at grundøkini verða løgd fram við nýggjum vegum inni á økinum og eru ymisk til støddar.

 

- Minstu grundstykkini eru stívliga 426 fermetrar, og størsta grundøkið verður umleið 509 fermetrar. Flestu grundøkini liggja tó millum 430 og 470 fermetrar, sum gevur rúm fyri vanligum sethúsum og einum væl skipaðum bústaðarumhvørvi.

 

Í Vága kommunu siga tey, at úttstykkingin er løgd soleiðis til rættis, at fríøki verða inni í sjálvum økinum, og ætlanin er at skapa eitt gott og opið nærumhvørvi við plássi til bæði børn, familjur og gerandislív.

 

##med2##

 

- Við tíðini verður bústaðarøkið norðuri á Heiðum bundið saman við hesari útstykkingini á Heiðatrøðni.

 

Fyrr í mánaðinum var lisitatión, og býráðið samtykti týskvøldið hin 26. mai at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá J&K Petersen.

 

- Hesin parturin av arbeiðnum fevnir um at gera veg til økið og at gera grundøkini byggibúgvin, verður lagt aftrat í Vága kommunu.

 

 

 

Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu. Mynd: Álvur Haraldsen