Hvannasunds kommuna bjóðar nú til kapping um navn til nýggja útstykking í Hvannasundi. Útstykkingin er staðsett í einum øki millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti.
- Vit ynskja at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til endamálið, siga tey í Hvannasunds kommunu.
Uppskot um navn skal saman við stuttari grundgeving sendast kommununi, og brævbjálvin skal merkjast "Navnakapping". Bræv við uppskotinum kann eisini leggjast í postkassan á kommunuskrivstovuni.
Uppskotið skal latast inn í tveimum afturlatnum brævbjálvum -
* Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum, saman við grundgeving fyri navninum, merktur “Navnakapping Útstykking”.
* Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara, so navnið á viðkomandi ikki sæst undir viðgerðini. Merkið brævbjálvan “Luttakari og uppskot.”
Í Hvannasunds kommunu leggja tey aftrat, at uppskot skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 4. desember 2021 klokkan 13, og virðisløn á 3000 krónur verður latin fyri besta hugskotið.
- Vit tilskila okkum rætt til ikki at brúka vinnandi uppskotið, leggja tey í Hvannasunds kommunu aftrat.
##med2##