Per Martin loysti flagið til 23-25 nýggjar bústaðir

Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðnum, og sum eisini fer at standa fyri bæði bygging og sølu av raðhúsunum

Týsdagin 28. apríl, sum er í dag, loysti borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, fyrsta flagið til nýggju útstykkingina í Niklasmørk í Syðrugøtu.

 

Útstykkingin fevnir um átta sethúsagrundstykkir, sum verða gjørd byggiklár. Umframt hetta, eru 3.700 fermetrar lagdir av til raðhús og íbúðarbygging.

 

Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðnum, og sum eisini fer at standa fyri bæði bygging og sølu av raðhúsunum.

 

- Her verður talan um eini 15-17 raðhús, og sostatt verður samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum millum 23 og 25.

 

Hetta vita tey í Eysturkommunu at siga í dag.