Kári Durhuus hóttir Miðlahúsið eftir endurgjaldi fyri kritiska journalistikkin frá Miðlahúsinum um privatiseraðu nýggjárssendingina í sjónvarpinum.
Sambært tíðindaskrivi, sum Kári Durhuus, annar av stjórunum í Sp/f Fjølvinnu, hevur sent nøkrum fjølmiðlum – tó ikki teimum hjá Miðlahúsinum – so fer hann at stevna Miðlahúsinum fyri »ærumeiðandi og útspillandi herferð á in.fo og Rás2.«
Hann sigur, sambært Portalinum, at Miðlahúsið í sínum tíðindaflutningi hevur rongt veruleikan og beinleiðis sagt ósatt um Sp/f Fjølvinnu.
Miðlahúsið hevur tó ikki gjørt annað, enn at nýtt tey fólkaræðisligu amboð, sum fjølmiðlar kunnu nýta, eftir at kringvarpsstjórin drálaði líka til tollaksmessudag at upplýsa, hvør tað var, sum skuldi gera nýggjárssendingina í almenna sjónvarpinum.
Sambært morgunsendingini í Kringvarpinum hósdagin í síðstu viku var tað Høgni í Jákupsstovu, journalistur í Kringvarpinum, sum varðaði av sendignini saman við Elini í Stórustovu, Rúna Friis Kjær og 20-25 ørðum.
Orsøkin til áhugan hjá Miðlahúsinum fyri mátanum, Kringvarpið hevur valt at gera nýggjársendingina uppá, er at talan er um eina privatisering av sendiflatuni, sum er í stríð við almennu public service skylduna hjá stovninum og við mátan, sum almenni stovnurin Kringvarp Føroya er fíggjaður uppá. Eins og Taks, so krevur Kringvarp Føroya inn skatt, kringvarpsgjald, sum eingin sleppur undan at gjalda. Tí er tað ein spurningur, um tað er rætt, at ávís fólk kunnu keypa sær rættin at sleppa framat sendiflatu og senditíð í alment fíggjaða almenna Kringvarpi Føroya.
Í fjør kundu politikarar og handilsmenn keypa sær atgongd í nýggjárssendingini – tað, sum eitt nú Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, kallar »skrekkeksemplið frá í fjør«, og sum Bjarni Djurholm, formaður í mentanarnevnd løgtingsins heldur vera á markinum til tað ólógliga.
Hesaferð vita vit, at til dømis Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hava brúkt 110.000 almennar skattakrónur til at keypa sær atgongd og profilering í nýggjárssendignini hjá Sp/f Fjølvinnu í alment fíggjaða almenna Kringvarpi Føroya nýggjársaftan.
Um Sp/f Fjølvinnu kunnu vit bert staðfesta, at sambært almenna listanum hjá Taks, so hevur landið avskrivað slakar 30.000 krónur í meirvirðisgjaldi upp á eitt felag hjá Kára Durhuus, sum til í fjør æt Sp/f Fjølvinna. Eisini kunnu vit sambært almenna listanum hjá Skráseting Føroya staðfesta, at Kári Durhuus síðani hevur yvirtikið annað felag, sum fyrr æt »Við Fýrin«, og givið tí sama navn, Sp/f Fjølvinna, og sama endamál.
Hetta er so tað, sum stjórin í hesum báðum feløgum – og maðurin handan sjey tíma longu nýggjárssendingina í Kringvarpi Føroya, kallar at bera rong tíðindi, at vísa reingjandi atferð, ærumeiðing og útspilling – og sum hann hevur avgjørt at draga Miðlahúsið í rættin fyri.
Sambært tíðindaskrivinum, sum Portalurin hevur endurgivið, so sigur Kári Durhuus, at:
– Miðlahúsið hevur í tíðindaflutninginum víst eina grova framferð, sum kann nerva virksemið hjá Sp/f Fjølvinnu frameftir, og tískil er einasti rætti vegurin at fara í rættin at taka støðu til ærumeiðing og útspilling fyri síðani at viðgera ein møguligan spurning um endurgjald.
Eisini sigur Kári Durhuus sambært endurgeving á Portallinum, at:
– Sp/f Fjølvinna vil heldur ikki longri inn í málið i almenna rúminum við fleiri upplýsingum, men øll viðkomandi sjónarmið og upplýsingar verða løgd fram í rættinum.
Tað vil siga, at maðurin, sum hevur ábyrgdina av nýggjárssendingini í almenna føroyska sjónvarpinum – sum kanska fer at viðgera skuldsetingina frá Kringvarpi Føroya móti Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um tollsvik – ikki vil greiða frá, hví felag hansara, Fjølvinna, hevur kostað landskassanum pengar, sum sami Kári Durhuus hevði ábyrgdina av at gjalda í meirvirðisgjaldi.
Les eisini:
Kvf aktar ikki Fíggjarmálaráðið
Landið misti pengar uppá nýggjárssending-felag
Dia Midjord: Eingin trupulleiki
Bjarni Djurholm: Kringvarpið á eggini