Týsdagin hin 25. august varð nýggi graslíkisvøllurin frá Føroya Møblasølu sýnaður av FSF og avhendaður til Fuglafjarðar kommunu.
Graslíkisvøllurin hevur fyllu av sandi og korki.
- Aftrat nýggja teppinum, eru ymiskar ábøtur gjørdar á vøllin, eitt nú málgoymsla og hóskandi trygdargeiri uttanfyri síðu- og baklinjur.
Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at arbeiðið er gjørt av áleggingartoymi frá Føroya Møblasølu, EM-Asfalt, Voyt, Form, BE-smíð og sjálvbodnum úr ÍF.
- Arbeiðið er samskipað av kommununi saman við Leif André Eliasen hjá ÍF, verður lagt aftrat.
##med2##












