Klokkan 17 verður fyrsta bríksl við Margáir, har NSÍ er gestur hjá EB/Streymi.
Hjá EB/Streymi er tað plássið í bestu deildini, sum stendur upp á spæl, meðan tað hjá NSÍ snýr seg um at halda tørn um fjórða plássið, sum kann fara at vísa seg at bera pláss í Europa við sær.
Hjá EB/Streymi hava Bergur J. Poulsen og Jens Erik Bruhn verið fastir menn í høgru. Í dag eru teir báðir leikbannaðir, og Rógvi Egilstoft er burturstaddur.
Hjá NSÍ er Jón Petur Thomsen aftur í dag millum málstólparnar. Tað kemst av, at Kristian Joensen hevur brotið eitt rivjabein.
Hjá NSÍ er Jasper Van Der Heyden millum teir, sum sita á beinkinum. Har er hann saman við millum øðrum Mórits Heina Mortensen, Búa Egilsson og Aron Knudsen.
EB/Streymur – NSÍ kl. 17.00
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Jóannes Eyðfinsson Davidsen – Tóki H. Johannesen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Jóhann Hansson Joensen, Emil Weihe Joensen, Mathias Blårud – Kristian Svabo Eliasen, Filip Djordjevic, Boubacar Dabo
NSÍ: Jón Petur Thomsen – Pætur Hentze, Rasmus Plauborg, Mirza Mujcic, Lars Agardius – Yassine El Ouatki, Betuel Hansen, Beinir Nolsøe – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen