Nýggjur maður við róðrið á Svangaskarði

Talan er um innanfelags loysn, nú venjari er settur at taka uppgávuna á seg, sum Øssur Hansen í gjár segði frá sær

Tað kom púra óvart á, tá ið tíðindini seint seinnapartin í gjár bórust her á in.fo um, at Øssur Hansen hevði lagt frá sær sum B68 venjari. Spælararnir, sum vóru á veg á Svangaskarð at venja, vistu av ongum, og eisini fyri hjálparvenjaran André Olsen var talan um tíðindi, sum komu púra óvart á.

 

Í gjárkvøldið hevði André Olsen ábyrgdina av venjingini, og tað verður André, sum fer at hava ábyrgdina restina av vikuni og leygardagin, tá ið B68 fær vitjan av Víkingi. Enn er tað ikki greitt, um André fer at halda fram sum høvuðsvenjari, ella um annar venjari verður settur.

 

31 ára gamli André Olsen spældi í síni tíð við B68, og hann er í holtur við at taka A venjaraútbúgvingina. Umframt at vera hjálparvenjari í barndómsfelagnum var hann í 2019 og 2020 hjálparvenjari í B36, har Jákup á Borg var venjari og í 2021 í NSÍ, har Allan K. Jepsen var venjari.

 

Tá ið Allan K. Jepsen gavst í Runavík, hevði André Olsen ábyrgdina av liðnum í einum landskappingardystir – 1-1 í Fuglafirði.