Síðani fríggjadagin í síðstu viku hevur nýggjur málverji verið á Svangaskarði. B68 ætlar at leiga danska Mads Eriksen, sum er ein av U-19 málverjunum hjá Odense Boldklub.
Flytingarvindeygað er ikki opið, men kappingarreglurnar geva undantaksloyvi at leiga nýggjan spælara, um málverjin er skaddur. Rói Mørk Hentze er málverji á Toftum. Hann hevur ikki spælt síðani 14. apríl, tá ið B68 í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið tapti 4-2 á Argjum. Tá varð Rói Mørk Hentze skiftur út seks minuttir undan steðginum, og síðani hevur hann ikki verið førur fyri at spæla, tí hann er skaddur í knænum.
Enn er tað ikki greitt, um tað verður neyðugt við skurðviðgerð, men tað er greitt, at Rói verður ikki førur fyri at spæla næstu vikurnar.
Ragnar Lindholm hevur vart málið, síðani hann eftir lokna útbúgving kom heim av flatlondum. B68 ynskir at hava tveir málverjar, og OB og Mads Eriksen eru við uppá, at hann skal royna seg á Toftum.
Ian D. Jacobsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, sigur, at tað verður arbeitt við málinum, og málverjin verður leigaður, um tað eydnast at fáa loyvini uppá pláss.
Sunnudagin eigur B68 landskappingardyst á útivølli ímóti AB, sum í kvøld tapti 4-1 á útivølli ímóti Víkingi.
Heimildin fyri at leiga málverja, tá flytingarvindeygað er afturlatið, er henda:
Vísandi til §17, stk. 5 í Kappingarreglum fyri Fótbólt, hevur Kappingarnevndin gjørt fylgjandi reglur, um yrkisleikari kann flyta felag uttanum flytingargluggan.
Yrkisleikarar kunnu bert skifta felag, tá flytingargluggin er stongdur, um felagið, sum leikarin umboðar, fer á húsagang ella missir luttøkuloyvi.
Tó eru serligar undantaksreglur galdandi fyri málverjar.
Um málverji gerst langtíðarskaddur ella at talan er um heilt serligar umstøður, so kann felag søkja Kappingarnevndina um undantaksloyvi til at fáa annan málverja, sum er á sama støði ella lægri.
Undantaksloyvi eftir hesi reglu kann ikki gevast, um talan er um leikbann o.l.
Tá søkt verður um undantaksloyvi, má felagið við læknaváttan (um talan er um skaddan leikara) ella við øðrum prógva, at málverjin er langtíðarskaddur og/ella at hann av heilt serligum ávum, verður burtur í minst 14 dagar. (Feria ella arbeiðsørindi o.l. er ikki ein haldgóð orsøk)
Undantaksloyvi verður bert givið í tíðarskeiðnum, har málverjin er skaddur ella er burtur av øðrum serligum ávum.
Undantaksloyvi verður ikki givið fyri fyrstu tveir dystirnar. Um málverjin verður skaddur í dysti, so er talan um inniverðandi dyst og so fyrstkomandi dyst eftir tað.