Tað skrivar indiski miðilin The Times of India, sum vísir til fráboðan frá forsetaskrivstovuni.
Dharmendra Pradhan fór frá eftir umfatandi mótmæli, sum kyknaðu, tá próvtøkuuppgávur til eina landsfevnandi roynd vórðu liknar.
Meira enn tvær milliónir lesandi vórðu ávirkað og noyddust at taka royndina umaftur. Sambært familjum hjá lesandi hava fleiri enn 20 ung fólk tikið lívið av sær orsakað av trýstinum, sum málið elvdi til. Tað hevur BBC millum annað greitt frá.
Pralhad Joshi hevur drúgvar royndir sum ráðharri. Hann hevur millum annað verið námsráðharri og er framvegis ráðharri fyri nýggjari og varandi orku.











