Nýggjur ungdómsvenjari vitjaði kommunuskrivstovu

- Seinastu mongu árini hevur hann fylgt væl við í føroyskum fótbólti, og av tí sama hevur hann eisini lært seg at tosa føroyskt

Seinnapartin í dag var nýsetti ungdómsvenjarin hjá B68, Keven André Madsen og unnusta hansara, Sandra Idland, og vitjaðu á kommunuskrivstovuni á Toftum.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, heilsaði teimum hjartaliga vælkomnum og greiddi teimum í stuttum frá um Nes kommunu. 

 

Borgarstjórin ynskti teimum alt tað besta og nýggja ungdómsvenjaranum hepna hond við arbeiðnum.

 

Kevin André Madsen kemur úr Noregi; hann er 28 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann byrjaði longu sum hjálparvenjari hjá smádreingjum, tá hann einans var 15 ára gamal.

 

- Síðan 2019 hevur hann verið venjari hjá fleiri liðum. Hann hevur royndir frá Frøya, sum var hansara barndómsfelag, Træff, Bryne, Frøyland og Sandnes Ulf, vita tey í Nes kommunu at siga.

 

Kevin André Madsen er útbúgvin ítróttarleiðari, og seinastu tvey árini hevur hann arbeitt fulla tíð sum ítróttarstjóri fyri barna- og ungdómsdeildina hjá Sandnes Ulf.

 

- Seinastu mongu árini hevur hann eisini fylgt væl við í føroyskum fótbólti, og av tí sama hevur hann lært seg at tosa føroyskt, siga tey í Nes kommunu seinnapartin.

 

Kevin André Madsen og unnustan, Sandra Idland, búgva á Nesi.