Nýklaktar mammur bíða 1 - 6 mánaðir eftir at fáa hjálp

Tekin er um tunglyndi hjá umleið 10-12 prosentum av mammunum

Eini 10-12 prosent av øllum nýklaktum mammun hava tekin um barnsburðar-tunglyndi. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum. Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri tjóðveldi, hevur spurt hann, um tað passar, at Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum ikki veitir mammum hjálp fyri barnsburðar-tunglyndi í løtuni, og at samstarvið við Gigni liggur stilt.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at allar nýklaktar mammur fáa tilboð um at verða kannaðar fyri barnsburðar-tunglyndi, tá ið barnið er 8-10 vikur gamalt. Tað eru  heilsufrøðingar, sum gera hesar kanningarnar og tað hava teir gjørt síðani 2012. Ein uppgerð hjá Gigni vísir at 10-12 prosent av øllum mammum hava tekin um barnsburðar-tunglyndi so at tað er neyðugt at fara víðari.

 

Í løtuni verða mammurnar, ið hava tekin um barnsburðar-tunglyndi, vístar til kommunulækna, sum síðani metir um støðuna, og so kann hann vísa víðari til sálarfrøðing ella til Psykiatriska depilin.

 

– Í løtuni kann vera ringt at sleppa framat hjá einum sálarfrøðingi. Sambært Heilsutrygd er bíðitíðin frá stívliga einum mánað upp til seks mánaðir hjá onkrum.

 

Annar sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum hevur ikki havt eitt fast tilboð um viðgerð fyri barnsburðar-tunglyndi.

 

Hann sigur, at tað, Sirið Stenberg sipar til, var ein verkætlan um barnsburðar-tunglyndi, sum Psykiatriski depilin hevur verið við í hesi seinastu árini, og har depilin veitti viðgerð, tá hetta varð mett neyðugt.

 

Talan var um granskingarverkætlan, sum varð fíggjað av Sjúkrakassagrunninum, Granskingargrunninum og lutvíst Psykiatriska deplinum. Verkætlanin varð samskipað í samstarvi við Gigni, ljósmøðurnar og umboð fyri kommunulæknaskipanina.

 

Herfyri var verkætlanin liðug og tí varð gjørt av at gevast við viðgerðini, til úrslitið var greitt, so at tey vita, hvussu stórur tørvurin er, og hvussu viðgerðin hjálpir.

 

Samstundis varð støða tikin til, at tey, sum fingu staðfest barnsburðar-tunglyndi, skuldu brúka tey tilboð, sum annars eru í heilsuverkinum.

 

– Tað hevur drigið út at endaligu úrslitini klár, men tað verður væntandi heilt skjótt, sigur landsstýrismaðurin.

 

Tá ið endaligu úrslitini eru greið, ber eisini til at meta um , hvørji tilboð tað er neyðugt at seta í verk, tá burðartunglyndi verður staðfest, og eisini hvat ið krevst av pengum og starvsfólki fyri at tilboðini kunnu setast í verk.