Nýtt gólv av høgari góðsku í Vágshøll

Í summar hevur eitt størri arbeiði verið í Vágshøll, har gamla gólvið er skift. Ætlanin er, at Vágshøll letur upp aftur mánadagin 7. september

- Fyri góðum ári síðan var ein størri vatnskaði í Vágshøll. Vatnið gjørdi millum annað skaða á gólvið í høllini, og neyðugt varð tí at skifta gólvið. Arbeiðið varð fyriskipað í vetur, og farið varð undir tað, tá hondbóltsárið var av, og størri tiltøkini í høllini vóru farin afturum.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu.

 

- Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at ovasta lagið skjótt verður lagt á, og síðan verður gólvið strikað upp.

 

Víst verður á, at nýggja gólvið er blátt á liti, og strikað verður upp til 17 banar til ymiskar ítróttagreinar.

 

- Gólvið er av sera høgari góðsku - eitt kombi/ elastiskt ítróttargólv av slagnum PW18 við biopads+ og Pulastic ECO 70.

 

Lagt verður aftrat, at nýggja gólvið uppfyllir ítróttakrøvini til EN14904 typu C3. Gólvið eitt er flótandi plátugólv á bleytum gummiklodsum og bleytum gummiundirlagi.

 

- Nú seinasta hond verður løgd á arbeiðið, er ætlanin, at Vágshøll letur upp aftur mánadagin 7. september.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at við nýggja gólvinum verður Vágshøll aftur klár til eitt nýtt ítróttaár og til tey mongu tiltøkini og virksemið, sum høllin er karmur um gjøgnum árið.