Nýtt lag frá Døgg Nónsgjógv

Lagið snýr seg um eitt sorgblítt farvæl og at loyva sær sjálvum at koma víðari

Fyri 10 árum síðani trein Døgg Nónsgjógv á pallin, við lagnum “Tú tók mína hond”, til 10 ára føðingardagin hjá Beranum. Nú, 10 ár seinni, frumframførdi hon nýggja staklagið til 20 ára føðingardagin og landsinnsavnanina hjá Beranum. 

 

‘Okkara farvæl’ eitur nýggja staklagið hjá Døgg Nónsgjógv. Lagið snýr seg um eitt sorgblítt farvæl og at loyva sær sjálvum at koma víðari. 

 

Lagið er skrivað av Døgg Nónsgjógv og Høgna Lisberg, sum eisini hevur staðið fyri framleiðsluni.

 

Hoyr lagið her: https://orcd.co/okkarafarval

 

Døgg Nónsgjógv framførdi eisini hetta lagið í sambandi við tiltakið hjá Beranum í Kringvarpinum herfyri, og ta framførsluna kanst tú síggja her:

 

##med2##