Nýtt sjúklingahotell í keypmannahavn

Mangur hevur sitið fjálgt á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, tá lívsumstøðurnar hava verið av teimum truplastu. Hotel Tórshavn hevur ofta verið tað sum hevur loftað sjúklingum og avvarðandi, sum av álvarsligari sjúku hava mist fótafesti í lívinum. Eisini tey, sum við øðrum sjúkum, sum kanska ikki eru lívshóttandi, hava kent fløvan av okkara góða sjúklingahotelli.  Hjartarúmið er stórt har, men húsarúmið hevur verið nakað trongligt seinastu árini.  Ofta hevur hvør song verið upptikin og fólk hava verið noydd at fara á onnur hotel i býnum.

 

Hóast vit útbyggja okkara sjúkrahús her heima, so vita vit, at tað altíð verður tørvur á at gera summar viðgerðir aðrastaðni. Tí er umráðandi at vit hava góðar karmar til tey, sum skulu av landinum í sjúkraørindum.

 

Sum landsstýriskvinna í heilsumálum, havi eg seinastu tíðina arbeitt við at fáa betri karmar til okkara sjúklingahotell. Tað hevur víst seg ikki at bera til at víðka um umstøðurnar har vit eru nú, so neyðugt verður at fara aðrastaðni. Hetta arbeiði er komið rættuliga væl áleiðis og í góðum samstarvi við danskar myndugleikar, hava vit funnið ein góðan møguleika í einum nýbyggjaríið ikki langt frá Ríkissjúkrahúsinum.

 

Hetta er nakað, sum eg fegin vil sleppa at arbeiða víðari við, so vit fáa upp aftur betri rammur til teir av okkara sjúklingum, sum vit senda av landinum.

 

Fyrsta raðfestingin tá vit skulu gera avtalu við sjúkrahús aðrastaðni er sjálvandi góðskan av viðgerðini. Fyri meg hevur tað eisini stóran týdning, at vit kunnu skapa góðar karmar rundan um viðgerðina. Tað er m.a. at hava eitt gott stað at verða hjá teimum avvarðandi og hjá sjúklingum, sum ofta skulu hava eitt stað at verða, meðan tey bíða eftir svarum frá kanningum ella bíða til næstu viðgerðina. 

 

Onkuntíð verður ført fram, at vit kundu fingið viðgerðina bíligari, um vit troyttu allar møguleikar í grannalondum okkara. Tað er møguliga rætt, men so høvdu vit havt slongt føroyskar sjúklingar runt um í Danmark og grannalondunum, - og einki loftandi net hevði verið rundan um. Hetta vildi gjørt sjúkugongdina hjá mongum sera trupla og munandi verri enn neyðugt.

 

Vit hava eisini sæð, tá vit hava havt avtalur við donsk sjúkrahús langt frá Keypmannahavn, at tað sum fólk serliga hava verið ónøgd við, eru kringumstøðurnar at búleikast hjá avvarðandi og sjúklingum.

 

Sjálv haldi eg, at vit, um tað er fakliga ráðiligt, í størstan mun samla okkara uttanlandsviðgerðir í høvuðsstaðarumráðnum, har vit við nýggjum Hotel Tórshavn, kunnu  veita okkara fólki dygdargóða umsorgan í svárum tíðum.  Her kunnu vit ferðast á kendari leið til Keypmannhavnar, . Vit hava tænastu sum heintar fólkini á flogvøllinum og koyrir tey á sjúklingahotellið. Hendan tænasta koyrir eisini fólkini á tey ymsiku viðgerðarstøðini og heintar tey aftaná. Tey samlast á sjúklingahotellinum, sum er ein lítil føroysk oasa mitt í stórbýrarmeldrinum, har dugnalig starvsfólk kunnu veita linna í tronganum og har eisini hjartalag og vinskapur frá øðrum føroyingum er ein stuðul.

 

Eg eri fegin um at vit hava sett gongd á arbeiðið at gera betri karmar til okkara sjúklingar, sum mugu av landinum til viðgerðar og teirra avvarðandi.

 

Hesum fari eg sjálvandi at arbeiða víðari við, um eg fái mguleikan aftan á valið.

 

Tú kanst gera títt til tað, við at velja Javnaðarflokkin á Løgtingsvalinum.

 

Lat meg fáa tína atkvøðu !

 

Margit Stórá, valevni hjá Javnaðarflokkinum til Løgtingsvalið.