Nýtt videolag úr London frá Dan Olsen

Fleiri løg koma út í næstum frá Dánjal Róa Olsen, sum í tónleikahøpi kallar seg Dan Olsen.

 

Eitt nýtt videolag er útkomið til sangin 'Heartbreak Season', sum kom út fríggjadagin.

 

– Hetta er sætta lagið, eg havi útgivið í ár, sigur Dan Olsen.

 

– Mínir samstarvspartnarar í ár hava sjálvir arbeitt saman við m.a. Ed Sheeran, Rolling Stones, Bon Jovi og Celine Dion, sigur hann.

 

Fleiri løg koma út í næstum.

 

– Hetta var eitt av teimum meira friðarligu løgunum.

 

Videolagið varð upptikið í einari park her í London í góðum várveðri.