Nýtt vinnuøki Innan Glyvur

Sjóvar kommuna selur nú vinnustykki á nýggjum vinnuøki í Urðum fyri Innan Glyvur

Sjóvar kommuna skrivar, at vinnuøkið, sum er oman fyri sunnara býlingin Innan Glyvur, liggur væl fyri í samband við Eysturoyartunnulin, bert góðar tveir kilometrar norðanfyri tunnilsmunnan.

 

Vinnuøkið er vælegnað til eina fjølbroytta vinnu og er ætlað vinnu í umhvørvisflokki 1-3. Ásetingarnar fyri vinnuøkið eru tær, sum eru galdandi fyri Øki C í byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu. Kommunan er tó sinnað at tillaga ásetingarnar til nýtt møguligt virksemi.

 

Faldari - Vinnuøki Innan Glyvur

 

Faldarin vísur ætlanirnar hjá Sjóvar kommunu við økinum. Vinnustykkini eru ikki matrikullerað, men verða tað so hvørt, tey verða seld. Áhugaði kunnu við umsókn vísa á ynskta stødd av vinnustykki.

 

Sjóvar kommuna vil fegin hoyra frá vinnuligum aktørum, bæði verandi og nýggjum, um áhugi er fyri at byrja virksemi á nýggja vinnuøkinum.

 

Áhugaði kunnu venda sær til Sjóvar kommunu á tlf. 472727 ella á teldupost sjk(at)sjovar.fo.