Danska stjórnin vil aftur broyta próvtalsstigan, sum sambært nýggjum eftirmetingum ikki er nøktandi. Í vár ætlar danska stjórnin at hava ein nýggjan stiga. Ein umfatandi eftirmeting gjørd í Danmark av tí próvtalsstiga, sum skúlanæmingar í Danmark og Føroyum verða mettir eftir vísir, at stigin ikki fær góðan karakter. Fleiri viðurskifti eru komin fram í eftirmetingini, har lærdir háskúlar millum annað vísa á, at einki próvtal er at geva næmingum, sum skara framúr.
Finn Jensen, dekanur á Glasi, tekur undir við summum av atfinningunum. Hann vísir millum annað á, at brúkar tú próvtalsstigan rætt, so skal próvtalið 7 rúma nógvum.
- 7 er útgangsstøðið og frá 7 eru trý glopp til næsta talið báðar vegir – 10 ella 4. Og so eru tvey glopp aftaná tað til ávikavist 12 og 2. Hetta ger, at 7 skal rúma nógvum, sigur Finn Jensen.
Hann vísir á, at hesin sjeytalsstigin er gjørdur sum ein roynd at fáa somu skipan sum í Bretlandi, har próvtølini eita A B C D. Men man vildi varðveita møguleikan at rokna próvtølini saman og gera miðaltal, so tí gjørdi man eitt millumting.
- Eg veit ikki hví man so fegin vildi varðveita møguleikan at hava miðaltøl. Tí í veruleikanum sigur eitt miðaltal einki. Sum eg plagi at siga við næmingarnar: Hevur tú eitt bein í ovninum og eitt í frystaranum, so hevur tú tað í miðal gott. Men í veruleikanum er tað jú ikki so, sigur Finn Jensen.
Tá ið nýggi próvtalsstigin varð innførdur í Føroyum, kom eisini ein nýskipan um, hvussu man letur próvtøl, við í keypinum.
Les eisini: Nú skal próvtalsstigin aftur broytast
- Nú skulu vit ikki meta um, hvussu væl næmingar duga pensum, men heldur meta út frá, hvussu nógvar málipinnar tey lesandi megna at uppfilla í próvtøkuni. Tað er ein heilt annar háttur at hugsa upp á, sigur Finn Jensen.
Hann er samdur í atfinningunum um, at tað er komið inflatión í próvtalsstigan, og at fólk sum heild fáa hægri próvtøl í dag enn fyrr.
- Nú skal man hava 2 fyri at hava staðið eitt fak. Fyrr skuldi man hava 6. Í dag skalt tú so geva 0 í próvtal, um ein ikki skal standa fakið – fyrr var tað talið 5. Og eg vænti tað spælir inn, at tað er torført at geva próvtalið 0, tí 0 er jú einki, og fá avrik kunnu sigast at vera einki. So eg vænti tað er truplari at dumpa fólk í dag, sigur Finn Jensen, og vísir á, at tað heldur ikki er nakað próvtal í dag til næmingar, sum skara framúr – sum 13 talið var fyrr.
Hann hevur tó onga meining um, hvørt 13 próvtalsstigin var betur. Men hann var í øllum førum ikki verri.
- Vit vita jú ikki, um tað ikki hevði verið inflatión í próvtølunum við 13 talsstiganum. Tað kann jú væl vera, at tað sama hevði hent, sigur Finn Jensen.
Samanumtikið sigur hann seg væl skilja summar atfinningar, sum danskir skúlar hava av stiganum. Men tað ber illa til at geva próvtalsstiganum skuldina fyri alt.
- Eg haldi heldur man átti at hugt eftir, hvussu próvtøkur fara fram, og um man megnar at gera próvtøkurnar so, at man metir fólk rætt. Tað er ein nógv meira samansettur spurningur enn bert at taka próvtalsstigan upp og broyta hann, sigur Finn Jensen og vísir á, at tað er jú ikki vist, at hendan broytingin í próvtalsstiganum í Danmark, kemur til føroyska skúlaverkið eisini.