Fyrrakvøldið tapti OB 2?1 á heimavølli ímóti nýgga liðnum í superliguni, FC Midtjylland ella FCM, sum tað verður rópt í Danmark.
Føroyski landsliðsspælarin, Johan B. Hansen, var á OB liðnum allar 90 minuttirnar. OB var í 3?5?2 uppstilling, og Johan var í høgra borði í verjuni.
FCM kom á odda í 9. minutti. OB málverjin, Jesper Christiansen, hálvbjargaði einari skotroynd. John B. Hansen var fyrstur á returbóltinum, sum hann royndi at sparka burtur úr vandastøðuni. Ólukkutíð fyri Johan og OB, so rakti bólturin í stóra FCM álopsmannin, Mogens Laursen, sum úr stuttari fjarstøðu so at siga taklaði bóltin inn um málstrikuna.
OB hevði bóltin mesta partin av tíðini, men teir megnaðu ikki at spæla seg til serliga stórar málmøguleikar. Níggju minuttir eftir hvíldina økti FCM um leiðsluna, og so var tað rættiliga torført hjá OB, sum royndi at leggja uppaftur størri trýst á, og sum tískil gjørdist uppaftur tynnri í verjupartinum.
Thomas Thomasberg skoraði eitt flott mál til 2?0. Hann sneiddi framvið einum og sendi ímillum beinini á einum øðrum verjuspælara.
Tað restaðu seytjan minuttir, tá OB minkaði um munin. Søren Andersen, sum áður hevur verið yrkisspælari uttanlands, sneiddi fleiri av sær í vinstru, áðrenn hann setti bóltin í netið.
Síðstu løtuna trýsti OB sera nógv. Teir høvdu tveir stórar møguleikar, men teir fingu ikki mál, og harvið gjørdist úrslitið tað sama, sum tað var, tá liðini hittust fyrr í summar.
Toppdystur og bonkarendin
Hetta er fyrsta árið, at FCM, sum er ein samanrenning av Ikast og Herning, roynir seg í bestu deildini. Eftir tólv umfør eru teir fyri fyrstu ferð á odda í superliguni.
Komandi sunnudag skulu teir á heimavølli spæla ímóti FCK. Felagið hjá Toda Jónsson er á fjórða plássi, men tað er lítil munur á. FCM hevur 24 stig, og FCK hevur 23 stig. Tað vil siga, at talan verður um rættiligan toppdyst. FCK hevur ikki tapt síðani 20. august.
Tað eru nógvir um boðið í FCK. Bara ellivu kunnu vera á liðnum hvørja ferð, og tað hevur við sær, at spælarar, sum halda seg vera skikkaðar til besta liðið, mugu finna seg í at sita á beinkinum.
Tá FCK sunnudagin vann 4?0 á AGF, var norski álopsmaðurin, Harald Brattbakk, mesta partin av tíðini á beinkinum. Hann hevur eina privata heimasíðu, og har hevur hann í vikuni givið til kennar, at hann heldur, at tað var synd bæði fyri hann og FCK, at hann ikki taldist millum teir fyrstu ellivu. Harvið verður hann í donskum fjølmiðlum sagdur óbeinleiðis at finnast at FCK venjaranum, Roy Hodgson.
? Hevði eg verið 20 ár, so hevði tað verið lættari at funnið seg í at sita á beinkinum, enn tað er, nú eg eri 29 ára gamal, sigur norðmaðurin. Hann kappast við Pascal Simpson um eitt pláss í álopinum. Stóri sviin skoraði sunnudagin, og tað hevur neyvan styrkt um møguleikarnar hjá Brattbakk. Todi Jónsson skoraði tvey mál sunnudagin. Hann venur nú saman við hinum í FCK, og tað er einki at ivast í, at hann verður á miðvøllinum í vinstru í toppdystinum sunnudagin.
Sunnudagin skal OB spæla á útivølli ímóti Jákupi Mikkelsen og Herfølge. AGF og Óli Johannesen fáa sunnudagin vitjan av Lyngby, sum er næstfremst í superliguni.