Amerikanski forsetin, Barack Obama, fær umleið 30 drápshóttanir um dagin, og tað hevur gjørt, at Secret Service hevur hert eftirlitið við forsetanum og trygd hansara.
Hetta stendur í einari bók, sum júst er útkomin. Blaðið Telegraph skrivar úr bókini, at síðanoi forsetaskiftið í januar hava Hvítu Húsini fingið fýra ferðir fleiri drápshóttanir ímóti forsetanum enn undan skiftinum.
Tá George W. Bush var forseti, fingu Hvítu Húsini umleið 3.000 drápshóttanir um áriðm, og tað talið er nógv størri í ár, verður sagt.