Odaliðini hildu tørn

Kyndil, H71 og VÍF vunnu øll sínar dystir hetta vikuskiftið

Atlantic Airways-kappingin

Talan var um fult umfar í bestu mansdeildini hetta vikuskiftið, og myndin, sum fyrstu umførini hevur teknað seg í oddinum, gjørdist eisini enn greiðari.
Størstur var spenningurin helst á Hálsi, har Kyndil tók ímóti einum StÍF liði, sum eftir eina sera laka byrjan, nú av álvara er um at koma fyri seg.
Og í løtum sýndu strandingarnir eisini, at teir aftur í ár verða eitt av liðunum, sum skal takast í álvara. Serstakliga gjørdu teir báðir Justinussen-beiggjarnir lívið súrt fyri Kyndils-verjuna, og fyri steðgin var talan støðugt um skiftandi leiðslu í dystinum, sum ikki rættiliga vildi koppa nakran veg.
Eftir steðgin fekk Kyndil tó meira ferð á. Ikki minst gjørdu Rókur Akralíð, Josef Abrahamsen og fyrrverandi StÍF'arin, Marius Joensen, nógv um seg. Og sum fráleið, so gjørdist talan um alt meira sannførandi leiðslu. Ein leiðlsu, sum Kyndil eisini helt fast um seinastu minuttirnar.

Hini hanga í
Í Hoyvíkarhøllini var grannauppgerð á skránni millum KÍF og H71, sum enn eru sambúgvar. Her megnaðu hoyvíkingarnir longu eftir fyrsta korterið at skræða seg leysar. Og tó at Piti Negru fekk reyða kortið stutt fyri hálvleik, so tóktist hetta ikki at skaka liðið nakað serligt. Eitt stutt skifti í seinna hálvlieki tóktust kollfirðingarnir tó aftur at gera um seg, men tá VÍF so økti úr 15-15 í 23-16, punkteraði vónin fullkomuliga.
Seinasti dysturin varð spældur sunnudagin, tá VÍF vitjaði hjá Neistanum. Neistin er framveigs í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, og móti royndu vestmenningurnum megnaðu teir bláu sjáldan at gera nakað veruligt um seg. Longu eftir fyrstu 10 minuttunum var sjógvur millum liðini, og tó at munurin onkra tíð hevði hug at minka nakað, so hevði VÍF alla tíðina tamarhald á støðuni. Teir vunnu málríku uppgerðina, og teir eru enn í hølunum á H71 og Kyndli, sum altso higartil hava sett seg á fremstu sessirnar.

Fakta um dystirnar
Kyndil-StÍF 28-24 (12-11)
Málskjúttar
Kyndil: Josef Abrahamsen 9(4), Rókur Akralíð 8, Marius Joensen 5, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Janus Einar Sørensen 2, Hanus Johansen 1
StÍF: Leivur Justinussen 11(2), Sveinur Justinussen 6, Artur Johansen 2, Borgar Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Jón Rasmussen 1, Bárður Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 3
Útvísingar: Kyndil 6, StÍF 6
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason

KÍF-H71 24-31 (21-14)
Málskjúttar
KÍF: Rógvi Weyhe 7, Teitur Joensen 5, Súni Davidsen 4, Karl Johan Djurhuus 3(1), Jónálvur Johannesen 2, Jákup Dam 2, Mirko Milenkovic 1
H71: Jakob Jónsson 8, Halgir Dahl Olesen 6, Piti Negru 6(1), Sigtór Andreasen 3, Tróndur Vatnhamar 3(1), Heini Bendtsen 2, Bjarni Sørensen 2, Johnny Durhuus 1
Brotskøst: KÍF 2, H71 4
Útvísingar: KÍF 5
Diskvalifikatiónir: H71 1 (Beinleiðis reytt)

Neistin-VÍF 32-39 (16-19)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 6(2), Tróndur Kragesteen 6(1), Áki Mørk 6, Bogi Berg 4, Johan Brekkustein 2, Birgir Poulsen 2, Kenneth Hansen 2, Roar Dalsgaard 2, Jón Ludvík 1
VÍF: Regin Joensen 9, Daniel Rápa 8(5), Sámal Joensen 5, Agnar Joensen 5, John Zachariassen 4, Rói Lamhauge 3, Sjúrður Poulsen 2, Harald Bjørgvin 2, Jákup S. Andreasen 1
Brotskøst: Neistin 4, VÍF 5
Útvísingar: Neistin 3, VÍF 4
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen