Oddagrein·ACD ryggásin í nýggjari samgongu

Tað skal eitt undur til, um samgonga skal síggja dagsins ljós, áðrenn tingið kemur saman í morgin. Samráðingar eru millum A,C,D og E. Tær hava gingið væl, men tað tykist at ganga meira striltið, nú sjálvstýristilgongdin og búskapurin eru komin á skránna.

Tað ljóðar, at E vil hava munandi niðurskurð í blokkinum komandi árini, nakað, sum C ikki gongur við til. Semja er um einstakar yvirtøkur. Spurningurin er so, hvar A og D standa í hesum. Tá hugsað verður um dóm veljarans yvir hesar flokkar og eisini útsagnir frá teirra leiðandi politikarum um nettup varsemi, má roknast við, at teir treyðugt fara at góðtaka krøv frá E um munandi skerjingar av blokkinum. Men ilt er at siga nakað við vissu. Tí nógv er taktiskt spæl. Fyri tað um E spælir út við víðgongdum krøvum, so kann tað bara vera fyri at markera seg. Hann kann draga í land aftur við at vísa á, at alternativið er B.

Vit loyva okkum at gita, at tað eru teir tríggir flokkarnir í miðjuni ACD, ið koma at seta dagskránna, nakað, ið er mest í tráð við ynski veljarans, og skal bera til at fáa eina arbeiðsføra stjórn. Skal E vera við má tað flyta seg munandi. Vil E tað ikki, má roknast við, at løgmaður fer at kalla inn B. Og hetta merkir, at B verður noytt til at førka seg munandi.

Nú hevur B gott nokk roynt at fornýggja seg í sjálvstýrismálinum og sagt seg vilja ganga nýggjar leiðir. Men hetta hevur so ongantíð enn útkrystaliserað seg í ítøkiligan politikk. Hjá ACD standa tey í eini tvístøðu. Summi vilja hava E við, onnur heldur B. Ein kann tí siga, at tann av hesum, ið vil lora mest inn móti miðjuni, verður sannlíki samgongupartnarin. Vil hvørgin tað, er tað aftur ein 16-16 støða. Antin verður hon roynd ella verður nýval.

Nú fáa vit at síggja, hvussu ultimativ møgulig krøv frá E til blokkniðurskurð eru. C ger rætt í at standa fast við ikki at skerja blokkin komandi tíð, tí fyrsta høggið av blokkinum varð so ógvusligt. Vit mugu fyrst síggja fylgjurnar av tí. Harfyri má bera til at halda fram við at fremja yvirtøkur, ið eru í tráð við eina hóvliga stig fyri stig sjálvstýristilgongd. Nakað, ið bæði A og D hava víst á. Verður neyðugt at fáa B við í samráðingarnar, mugu flokkarnir á miðjuni krevja av B, at tað flytur seg longur miðjuni og gongur við til ein stig fyri stig sjálvstýrispolitikk. Skulu pólarnir inn í hitan mugu teir sjálvandi rokna við at bráðna nakað.

Føroyar hava brúk fyri eini stjórn, ið fær ein savnandi politikk á miðjuni, har sjálvstýriskósin ikki verður slept men fær eitt náttúrligt og skilagott tempo. ACD eru ryggásin í eini semjusøkjandi konsensusloysn. So má tað vera upp til E og B at avgera, hvussu langt móti miðjuni tey vilja fara. Løgmaður ger skilagott í at gera pólflokkunum hetta púra greitt. Og tá kann hann jú prógva, at hann loksins megnaði at liva upp til lyfti síni um eina breiða samgongu, sprottin úr miðjuni í føroyskum politikki. Her er so serstakliga hugsað um ríkisrættarliga ásan. Vónandi ber til at gera líknandi semjur, eisini tá tað snýr seg um vinstra-høgra ásan. C má vera garanturin fyri, at vit ikki fáa eitt rák til høgru, og at vit fáa eina hóvliga og skipaða sjálvstýristilgongd.

Sosialurin