Oddagrein· Beinkrím - kunning og tilbúgving

Mannaættin hevur, alt tað vit vita, verið heimsøkt av ymsum umfarsjúkum og sum flestøllum kunnugt hava hesar sjúkur í ávísum tíðarskeiðum gjørt feigdina um seg.

Verstu dømini, ið vit kenna, munnu vera Svartideyði í seinmiðøld og Spanska sjúkan í 1918-19, sum kostaði um fimti milliónir mannalív. Spanska sjúkan byrjaði, so løgið tað ljóðar ikki í Spania, men í USA. Orsøkin til navnið er áhugaverd. Um tað mundið, tá spanska beinkrímið breyt út, var fyrri heimsbardagi enn ikki heilt hasaður av og var tí strangur sensurur í øllum krígsførandi londum. Spania var ikki uppií heimsbardaganum og har var tí eingin pressusensurur. Av hesi orsøk var mest skrivað og upplýst um beinkrímið í Spania, og hetta fekk almenningin í Europa at halda, at sjúkan var byrjað har.

 

Henda søgan sigur nakað um pressuna, og hon lýsir, hvussu nógv heimurin er broyttur seinastu hundrað árini. Í dag vildi tað verið óhugsandi, at heimurin ikki alt fyri eitt var kunnaður um eina so álvarsama sjúku. Samskiftis- og kunningartøknin hava gjørt, at at kalla einhvør hending er alkunnug øllum heiminum at kalla í somu løtu, sum hendingin fer fram. Hartil kemur, at vit takkað verið altjóða samstarvi, eitt nú umvegis ST, hava samstarvsstovnar, ið ansa eftir og taka sær av eitt nú umfarssjúkum, ið kunnu hótta mannaættina. Meginstovnurin er WHO, ið fleiri ferðir hevur sýnt stórt virkisføri, tá álvarsamar umfarsjúkur hava verið um at breiða seg til allan heimin.

 

Týdningurin av hesum altjóða samstarvi kann ikki yvirmetast. Eisini londini hvørt sær hava tilbúgvingarskipanir, og eingin ivast í, at avvarðandi myndugleikar í landinum gera sítt besta til tess at byrgja fyri ella at minka um avleiðingarnar av eitt nú einum heimsumfatandi beinkrími. Vit hava frá heilsumálaráðharranum fingið at vita, at vit eru væl fyri og at vit tilbúgvingarliga eru enntá betri fyri enn okkara grannalond. Vit hava ein fastan tilbúgvingarbólk, ið fer til verka, so skjótt nakað álvarsamt á hesum øki hendir úti í heimi. Frá landslæknanum hevur almenningurin fingið at vita, at tilbúgvingarbólkurin hevur sín fyrsta fund komandi hósdag. Tá hugsað verður um, hvussu skjótt borið verður at í øðrum framkomnum londum, og at sjúkan er staðfest í Skotlandi, sum er eitt av næstu grannalondum, kann tað undra, at vit geva okkum so góða tíð.

 

Ein skal sjálvsagt vara seg fyri at loypa ótta á fólk og fyri ikki at tala um at skapa nakran panikk. Hinvegin hevur almenningurin krav uppá kunning – kunning um sjúkueyðkenni, kunning um fyribyrging, kunning um, hvussu ein best sleppur ígjøgnum sjúkuna, kunning um hvørjir møguligir vandabólkar eru og kunning um, hvussu føroyska samfelagið ítøkiliga er fyrireikað, um talan verður um eina veruliga pandemi. Higartil hava myndugleikarnir ikki verið serstakliga nógv frammi ella kunnandi, og uttan at lasta nakran loyva vit okkum at halda, at almenningruin kundi verið betri kunnaður.

 

Sosialurin