Oddagrein·Billurin úti við seksløbaranum - abort og ølsøla standa fyri skotum

Tað sær ikki mætari út enn, at tað verður tann pinkulítli Miðflokkurin, ið fer at seta dagskránna í føroyskum politikki, skulu vit meta út frá fyrstu vikunum hjá landsstýrinum. Komin inn um í Tinganesi festir landsstýrismaðurin eld í eitt sera eymt mál, abortspurningin. Hvønn veg tað ber er helst óneyðugt at siga her. Atgongd til journalar hjá einstøkum kvinnum, ið hava fingið abort. Ikki nóg mikið við tí. Fáar dagar seinni er Billurin aftur uppá spæl. Nú skal útsølan av øli steðgast ella flytast út um bøgarðarnar, har eingin skal síggja tann ólevnað, sum ølið forsakar

Sjálvandi mugu vit respektera, at ein meiriluti í tinginum hevur skipað eina samgongu. Men vit loyva okkum at seta spurningin beinleiðis til størsta flokkin í samgonguni og tess formann, sum nú røkir starvið sum varaløgmaður í eini Heimastýrissamgongu, hví tað var so altavgerandi at fáa Miðflokkin við, tá man kortini slepti so gott sum øllum sínum fullveldispolitikki og lat AD fullkomiliga bestemma sjálvstýristilgongdina, sum tá avtornaði heldur ikki gjørdist øðrvísi enn tað Javnaðarflokkurin kundi ganga við til. Hvussu ber tað til, at hesin flokkur, ið á fleiri økjum hevur staðið fyri skilagóðum politikki fyri einhvønn prís skuldi hava Jenis og Billin við? Tað kundi so ikki vera fyri at halda fram við fullveldistilgongdini, tí hon er jú strikað/slept ella løgd á ís, skulu vit ganga eftir tí sum løgmaður sigur. Vit koma ikki til aðra niðurstøðu enn hana, at einasta orsøkin hjá Tjóðveldisflokkinum til at krevja Miðflokkin í samgonguna var at halda Javnaðarflokkin uttanfyri alla ávirkan og vald. Tað eydnaðist men vit eru longu farin at síggja avleiðingarnar.

Miðflokkurin hevur uttan iva mong góð mál í síni skrá, eitt nú hevur hann raðfest sosialmál høgt í seinastuni, men kortini er tað ein sannroynd, at nógv av hansara ekstremu málum kunnu hvørki A ella E og eiheldur C ganga inn fyri.

So kunnu tjóðveldismenn siga, at hann hevur bara ein landsstýrisman og hevur tí minimala ávirkan. Hetta er ikki rætt, tí flokkurin hevur fingið eitt heilt nýtt øki, familju- og trivnaðarmál, ið er torført at definera. Tað hevur í veruleikanum eitt bein inn í øll ráð. Og tað er júst hetta vit eru vitni til. Billurin vil avtaka útsølu av øli. Djurholm sigur, at hetta er ikki hansara øki og biðjur hann blanda seg uttanum. Men Billurin hevur svarið klárt. Hetta er jú eisini eitt familju- og trivnaðarmál.

Vita Tjóðveldið og Fólkaflokkurin veruliga, hvat teir eru gingnir inn til, tá teir hava givið Miðflokkinum, ið bert telur góð 4% av veljarnunum, ábyrgdina av øllum familju- og trivnaðarmálunum! Ein flokkur, ið bert umboðar ein evarska lítlan part av føroyingum skal siga, hvussu 96% av fólkinum skulu bera okkum at í gerandisdegnum. Løgmaður hevur úttalað, at Miðflokkurin stóð síðst á listanum. Hvussu ætlar Tjóðveldisflokkurin, ið setti Jenis og Bill fyrst á listan, at familju- og trivnaðarpolitikkurin skal verða rikin í skúla- og mentamálaráðnum, í almannaráðnum, í fíggjarmálaráðnum og í løgmálaráðnum! Er tað ikki nakað, sum longu er lagt í hendurnar hjá Bill og Jenis at taka sær av!

Sosialurin