Tað segði Mikkjal Thomesen frá narkoløgregluni við Sosialin mánadagin. Hann hevði eisini ta døpru staðfesting, at einki er, sum bendir á, at misnýtslan í Føroyum er í minking.
Hetta fær okkum at hugsa um ta kanning, sum Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum saman við íslendskum granskara gjørdi millum 9. og 10 floksnæmingar í Føroyum og í Íslandi í fjør, sum vísti, at støðan við misnýtslu millum ung í Føroyum er nógv verri enn í Íslandi.
Kanningin vísti eisini, at tað ber til at gera nakað við trupulleikan. Í Íslandi hava tey fyri fleiri árum síðan sett tiltøk í verk at broyta misnýtsluna millum ung, og úrslitið er, at pílarnir í stóran mun peika rætta vegin.
Kanningin hjá íslendska og føroyska granskaranum snúði seg um, hvussu illa tey ungu roykja, drekka, eru seint úti um kvøldið, taka skúlan í álvara, eru saman við foreldrum sínum, bólkatrýst og nógv annað. Alt viðurskifti, sum eru sera viðkomandi at ávirka positiva vegin til tess at menna góðar samfelagsborgarar.
Tað sum var serliga órógvandi við teirri kanningini var tó at siggja, at tølini fyri føroyska ungdómin eru væl hægri, enn tølini fyri íslendsku javnaldrarnar, tá talan er um, hvussu ofta tey hava verið full seinastu 30 dagarnar, hvussu illa tey roykja, hvussu lítið tey eru saman við foreldrunum, hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava og so framvegis.
Tað var gott at síggja, at íslendsku tølini fyri 15 árum síðani líktust okkara tølum. Men so tóku tey seg saman fyri at bøta um viðurskiftini.Tey hava javnan gjørt kanningar í Íslandi síðani 1998.
Ofta verða sklíkar uppalingaruppgávur skúgvaðar undir skúlan. Men tað skerst ikki burt, at høvuðsábyrgdina fyri hesum hava foreldrini.
Men tá ein slík kanning verður sett á breddan – og víst verður á, hvussu væl tað hevur hepnast at broyta óhepnu gongdina í Íslandi, so er bara at halda fram við kanningum í Føroyum og fylgja teimum upp.
Tí hetta er eitt skráplan, sum partur av okkara ungdómi er á. Tí eiga stig at verða tikin beinanvegin at bøta um støðuna. Tað er okkara skylda sum samfelag, og tað er okkara skulda sum foreldur og avvarðandi.
Tí er tað hugstoytt, at kanningin fullkomiliga er tagd burtur – bæði av politikarunum og teimum myndugleikum, sum hava við børn og ung at gera. Kann orsøkin vera, at slík tiltøk kosta pengar...?