Søgan er stutt henda. Tá farið varð undir at betra telesamskiftið millum Føroyar og umheimin við nýggjum fipurkaðali varð eisini latið upp fyri nýggjum vinnumøguleikum við tilknýti til júst hesa kaðalsverkætlan. Oljupallar og oljuframleiðsluskip vestan fyri Hetland hava higartil samskift um fylgisvein. Hetta kann vera svikaligt og eisini kostnaðarmikið. Hví ikki binda oljuleiðirnar í SHEFA kaðalin! Sum hugsað so varð gjørt. BP, sum stendur fyri oljuleiðunum vestan fyri Hetland, varð boðið uppí verkætlanina, og felagið sá so stórar møguleikar í henni, at tað legði 100 mill. kr. á borðið fyri at knýta sínar oljuleiðir uppí føroyska kaðalin. Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa beinið inn um hjá stóru oljufeløgunum, men her hava so skil, treiskni og tol vunnið á tí ókenda, og í gjár fekk Føroya Tele so grønt ljós frá British Petroleum at kunna um stóru verkætlanina. Hon var ikki bert sloppin gjøgnum nálareygað, hon varð eisini góðkend sum ein professionell og profitabul verkætlan, ið BP fegið vildi leggja navn til.
Ikki nóg mikið við tí. Føroya Tele fór eisini undir samráðingar við enn ein bretskan vinnurisa, nevniliga British Telecom og rætti eisini honum eina hjálpandi hond við at lata hann brúka SHEFA í samskiftinum millum oyggjabólkarnar fyri norðan, Hetland og Orknoyggjar og skotska meginlandið.
Eftir hesar báðar væleydnaðu landvinningar hómast eisini aðrir nýggir og spennandi møguleikar úti í havsbrúnni. Oljufeløg, sum arbeiða í Norðsjónum, hava fingið frænir av SHEFA loysnini og umhugsa nú eina líknandi loysn fyri teirra oljupallar. Umhugsað verður at leggja fipurkaðal millum pallar og so SHEFA-støðirnar á landi í antin Hetlandi ella Orknoyggjum.
Tað stutta av tí langa er, at SHEFA kaðalsverkætlanin, sum upprunaliga ”bara” skuldi tryggja samband millum Føroyar og umheimin, orsakað av góðum fólkum og egnum innovativum arbeiðsumhvørvi, er vorðin ein katalysatorur fyri víðari nýhugsan og menning. At ein eftir altjóða mátistokki lítil føroysk fyritøka hevur megnað at fáa sínar tænastur blástemplaðar hjá BP og BT kann seta ringar í sjógvin.
Eitt lyklaorðið í hesum er støddin. Skal føroysk fyritøka megna slíka uppgávu má hon hava eina rímuliga stødd, og tað hevur Føroya Tele. Enn eitt lyklaorð er vitan og royndir. SHEFA er so eitt dømi um júst hetta, har FT-umhvørvið hevur valt sjálvt at vera partur av menningini við samskipan heldur enn at lata øðrum uppgávurnar. Tað skapar eitt føroyskt know how, sum upp á sikt kann gerast júst lykil til nýggj fram- og nýbrot.
Sosialurin