Sjálvandi vilja tað altíð vera tíðir á degnum, har ferðslan er meira enn aðrar tíðir. Men okkara býarplanleggjarar eiga at geva hesum størri gætur, tí økta ferðslan í býnum, hvar tú enn er stæddur, gevur okkum nøkur signal um, hvussu kann verða stætt um ikki so langa tíð. Høvuðsstaðurin veksur jú við fullari ferð, og enn hava vit bert merkt rákan av eini møguligari oljuvinnu.
Lat tað verða sagt, at við Ringvegnum rundan um býin eru stórir batar hendir. Hesin gevur meira luft og gevur fólki betri møguleika at koma til og fara frá arbeiði. Men trupulleikarnir hvørva tó ikki fyri tað, um vit hava fingið ein stásiligan ringveg. Trýstið á miðbýin, har handilslívið er í støðugari menning, økist við hesi gongd. Tí er meira neyðugt enn nakrantíð við eini meiri miðvísari miðbýarplanlegging. Her mugu kommunalir myndugleikar og løgregla seta seg saman skjótast og stinga út í kortið eina skilagóða og munagóða planlegging ikki minst av komandi ferðsluæðrum og parkeringsplássum. Høgra hond má vita, hvat vinstra ger. Tað er kjarnan í hesi planlegging.
Vit hava fingið tey stór arbeiðspláss hvør sínu megin Kongabrúnna. Tá slík arbeiðspláss og onnur við í miðbýnum hava tørv á nógvum parkeringsplássum eigur at verða spurt, hvussu myndugleikarnar hava hugsað sær at nøkta henda tørv. Er tað hugsanin, at Skálatrøðin skal gera tað? Verða so ætlanir um bygging har til veruleika, hvat hava myndugleikarnir í býnum tá hugsað sær, at mongu fólkini til arbeiðis í miðbýarøkinum skulu seta sínar bilar? Skjótt koma so nýggja Norrøna og Smyril til landið, og bæði hesi risaskip skulu eisini halda til í sama miðbýarøki. Hvussu hevur kommunan hugsað sær at loysa ferðsluspurningin tá?
Spurningurin er, um vit ikki aftur eru við at gera somu mistøk, sum hava eyðkent planleggingina nú í mong mong ár. Vegna væntandi planlegging, her eisini landsplanlegging, verður bygt út og manorerað við høgru hond uttan at vinstra veit av tí, tvs. at nýggj arbeiðspláss gerast veruleiki uttan at tann harí knýtti ferðsluspurningurin er loystur. Havnin verður størri og størri, eitt nú er Kollafjørður vorðin partur av henni. Men tað tykist ikki sum um, at planleggjararnir sleppa at vera við til at seta út í kortið útviklingin. Ella sova teir?
Her er økta virksemið kring Eystaru bryggju kanska tað besta dømið. Her hevur tú eina farmahavn, eina ferðamannahavn til flutning bæði innanhýsis og millum lond, her hevur tú sjóverjuskipini, fiskiskipini, oljuskipini og soleiðis kundi verið hildið fram. Hevur eingin hugsað um, hvussu stór krøv hetta nógva trýst á miðbýin setir til myndugleikarnar?
Sosialurin