Oddagrein: Frá hetju til klovn

Tað var mikil fagnaður mill­um Led Zepplin-fjepparar, tá G!Fest­i­valurin boðaði frá, at Ro­b­ert Plant, sang­ar­in í navn­frama Led Zeppelin skuldi spæla á ársins G!Festivali.

 

Men líka so stórt var skuffils­ið, tá G!Festivalurin fríggj­a­dag­in boðaði frá, at Ro­b­ert Plant hevði avlýst før­oy­a­ferð­ina, tí ágangurin var so stór­ur, og at at Ro­bert Plant hevði fingið nega­tiva umtalu frá um­hvørv­is­fel­agskapinum Blue Pla­net Soc­iety viðvíkjandi grind­a­­drápi.
– Sikkin ein klovn! Tað er tað fyrsta, sum kemur okk­um til hugs, tá ein til­kom­in ­mað­ur, sum hevur vitjað bæði ein­a­ræð­i­­s­lond, lond sum javnan kríggj­ast, og lond, sum til dømis drepa stór­hval til vinnulig endamál og lond sum til dømis Spania, sum pín­ir tarvar til deyðis bara til stutt­leika.
Og so kemur hann úr einum landi, sum Bretlandi, sum søg­u­liga hevur ført nógv kríggj og ger tað enn og hevur drip­ið nógv fólk. Hvat er hetta fyri hum­­bukk at hokna fyri einum lítl­um ign­orant­fel­ags­skapi, sum hev­ur gjørt sær sum mál at gera Før­oyum fortreð – helst eis­ini bara til stuttleika ella fyri at ríka seg upp og gera seg upp sum Paul Watson og onnur hopp­høvd – uttan at hava nakra virð­ing fyri veruleikanum.
Føroyingar mugu gevast við at bukka undir fyri slíkum tápu­lig­um ágangi. Vit eiga ikki at lata okkum hetta lynda, og all­ir Led Zeppelin-fjepparar í Før­oy­um áttu at skrivað til Rob­ert Plant og fortalt honum, hvussu tápuliga hann hevur upp­ført seg í hesum máli, og at mað­ur­in, sum var ein hetja, ið før­oy­ing­ar vildu heilsa væl­komn­um á G!, nú í eygum før­oy­inga er ein stór­ur klovnur, sum ikki torir at hyggja G! fyri­reik­ar­ar­nar í eyg­uni og siga teim­um, at hann av­lýsir ferð­ina. Sendir boðbera við við boð­u­num, sum hann ikki er mað­ur fyri at bera sjálv­ur.
Vit kunnu altíð spyrja bret­ar, hvussu nógv menn­iskju bretska samfelagið hev­ur dripið, síðani før­oyska samfelagið framdi sein­asta deyð­a­dóm­in í 1706.
– Nei, tað kann ikki saman­ber­ast, plaga ignorantarnir at siga.
Helst er tað stuttligari at gera frið­ar­fólki í Føroyum fortreð enn at strí­ð­ast í móti heimins ill­gerðarfólki og bølmennum. Vit meina tað – og nakað nógv hugsa tey um bláu planetina...

 

– Boykottið klovnin Robert Plant og stuðlið G!Festivalinum!