Óivað hevur Edmund Joensen eitt politiskt endamál við at fáa hesi skjøl fram – einki galið við tí! Men tað partapolitiska lata vit liggja í hesum føri. Hinvegin hevði tað samfelagsliga verið sera áhugavert fingið hesar upplýsingar fram í ljósið:
– Hvørja hugsan høvdu Anfinn Kallsberg og Fólkaflokkurin í hesum máli? Trúði Fólkaflokkurin fult og fast uppá, at vit fóru at klára okkum frá umleið í dag sum sjálvstøðugur statur uttan blokkstuðul úr Danmark?
Hugsanina hjá Tjóðveldinum kenna vit. Treyðugt so hevur flokkurin undir leiðslu av Høgna Hoydal flutt seg frá fullkomiliga veruleikafjaru loysing-í-morgin-kósini til at tosa um skiftistíð og møguliga eina kapitaliseraða ríkisveiting, sum kundi verið goldin í ein fullveldisgrunn.
Men tað sum lá í kortunum var, at Føroyar skuldu hava fullveldi eftir 12 árum, og at ríkisveitingin tá skuldi vera burtur.
Veruleikin í dag er tá, at sami Fólkaflokkurin, sum tá ráddi fyri borgum, fullkomiliga hevur hálsað um. Nú ræður hann í Fíggjarmálaráðnum, har floksformaðurin situr á kassanum. Hesin floksformaður var fyrr í ár í Danmark við løgmanni, har endamálið var at hækka blokkstuðulin 200 milliónir krónur. Sambært løgmanni fara hesir garpar í somu ørindum aftur til Danmarkar í heyst.
Øllum er tó kunnugt, at Jørgen Niclasen hevur skálkin bak oyra – og bara ger hetta fyri at kyrra løgmann og legitimera tað, at Sambandsflokkurin rekur fólkaflokspolitikk. Men hetta er so politikkur í verki, sum er so langt frá fullveldisætlanini hjá Høgna Hoydal, sum Fólkaflokkurin stóð fyri í 2000.
Føroya fólk hevur sjálvandi rætt til at kenna grundgevingar og hugsanir, sum hesi fólk, ið tá ráddu fyri borgum, høvdu. Fleiri teirra sita enn á fremstu rókum.
Men tá hvørki Kaj Leo Johannesen ella Helle Thorning-Smith vilja lata hesi skjøl ? tí Anfinn og Høgni ikki vilja, hví so ikki biða teir báðar fáa hesi skjøl fram í ljósið? Ella er nakað at krógva?