Átakið Operation Christmas Child hevur mong ár á baki, og í fjør vórðu savnaðar yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur við tinganesti í ymsum londum, sum vórðu latnar líðandi børnum í 95 londum. Felagsskapurin aftanfyri Operation Christmas Child er Samaritan?s Purse, ið er ein kristin hjálparfelagsskapur.
Í høvuðsheitum snýr átakið seg um at fylla eina tóma skógvaeskju við ymiskum til drong ella gentu í einum ávísum aldursbólki. At brúka júst eina skógvaeskju hevur ta frágreiðing, at tær eru javnt stórar, og tí verður ikki mismunur gjørdur á støddini á gávunum.
Gávueskjurnar eru pakkaðar inn í jólapáppír, tí hetta skal verða ein jólagáva, sum umframt at gleða barnið við tí sum er í eskjuni, eisin skal minna tað á bestu jólagávuna, sum givin er. Lesnaður verður lagdur við í eskjunar í Bretlandi, og hesin lesnaður greiðir frá um Gud, sum gav heiminum son sín Jesus og hvørs føðing vit minnast á jólum.
-Hetta kemur sera væl við hjá teimum, sum fáa hetta, tey eru sera fegin um tað, og vit, sum geva, eru eisini glað fyri at kunna rætta teimum ein hjálpandi hond. Nakað soleiðis segði ein av teimum mongu ungu føroyingunum,sum hava staðið fyri innsavningini, við ein av loftmiðlunum. Og tað er greitt, at hetta er ein vinnarastøða fyri bæði gevara og móttakara. Báðir partar fáa nakað burtur úr. Tað at geva og móttaka skapar eina ærliga og sunna gleði. Tað er mennandi, og tað er uppbyggjandi. Tað byggir brýr og birtir undir virðing og tolsemi. Nakað vit øll hava brúk fyri. At móttakarin í sama viðfangi verður upplýstur um Jesus og tey góðu virði hann stóð fyri er bara gott.
Tað er sum so einki nýtt í tí, at føroyingar savna inn pengar og lutir at lata fátækum og neyðstøddum í øðrum londum. Hóast hetta kann kennast sum ein dropi í havinum, so er hetta nakað sera stórt og virðismikið fyri tey, sum móttaka. Og fyri tey, sum geva.
Hóast búskaparliga støðan versnar í Føroyum, so er kortini greitt, at vit hava og liva í yvirflóð, tá hugsað verður um okkara brúksvanar, har klæði og ognarlutir verða skift út sum onnur skifta hosur. Tí finst her heima ein hópur av lutum og tingum, sum vit antin hava vrakað ella g(l)oymt, og sum nú kunnu koma øðrum væl við. Gott í tykkum.
Sosialurin