Eisini Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi tulkar fráboðan Sjálsvtýrisfloksins sum jaliga. Hann byggir sítt bjartskygni á hetta, at valskráin hjá Sjálvstýrisflokkinum líkist so mikið nógv samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, at her skuldi eingin trupulleiki verið. Hann metir, at báðir partar, samgonga og Sjálvstýrisflokkur, ikki áttu at hava stórar trupulleikar í einum politiskum samstarvi. Torført at síggja, at tað Bill og Torbjørn byggja teirra bjartskygni á, heldur, og spurningurin er um, ikki her er talan um yvirtulkingar.
Løgmaður tykist mest realistiskur í síni meting. Hann tulkar fráboðanina sum eitt nei til at gerast partur av samgonguni og eitt nei til leiklutin sum stuðulsflokkur, og sostatt er parlamentariska støðan óbroytt. Um løgmaður hevur skilt Sjálvstýrisflokkin rætt, er eingin møguleiki fyri minnilutastjórn, og so kann eins væl farast til Sambandsflokkin og fáa eitt meirilutastýri aftur. Løgmaður er gamal í garði og dugir sjálvandi, at síggja, at Sjálvstýrisfloksins fráboðan kann vera taktikkur, og viðmerkingin kann vera ein ávaring um ikki at yvirspæla leiklutin.
Hvat sigur so høvuðsleikarin, sum hevur myndugleikan at tulka fráboðan Sjálvstýrisfloksins? Hann sigur, at flokkur hans er í ynskistøðu og at farið verður ikki uppí samgonguna nú men kanska seinni. Alt politiskt arbeiði hevur ligið stilt, men nú kemur Sjálvstýrisflokkurin inn á vøllin og sær til, at mál av felags áhuga verða loyst og vit fáa trygg politisk viðurskifti. Vit skulu fyrst hava eina tillagingartíð og so fæst at síggja, hvussu lekur fer. Hetta kann tykjast ørkymlandi og løgmaður, ið hevur eina stóra ábyrgd, má umhugsa, hvørt hetta taktiska spæl er haldgott støði fyri minnilutastjórn. Hann má spyrja seg sjálvan og sínar samstarvspartar, um tað ber til at skapa trygg politisk viðurskifti á slíkum støði. Løgmaður má meta um, hvørt fortreytirnar fyri tí minnilutastjórn, ið mong ynskja, veruliga eru til staðar. Tíðin gongur og løgmaður hevur valla politiskt ráð til at lata Sjálvstýrisflokkin reka nervakríggj í fleiri dagar. Tað skuldi tí ikki undra, um løgmaður í veruleikanum satsar uppá eina meirilutastjórn. Orð hansara í gjár um Sambandsflokkin kundu bent tann vegin.
Sosialurin